Sílið sera sannførandi

Argjagentur vóru stinnastar í kappingini um næstfremsta plássið, men Fípan Fagra vann bronsumerkini

Tað hevur verið sjón fyri søgn alt summar. Sílið hevur verið mannað við so nógv tí bestu gentumanningini. Á ólavsøku í heimasjógvi vístu tær umborð á Sílinum, at tað var eingin slingur á valsinum.
Blikur av Argjum fekk besta startin, og Fípan Fagra og Sílið fylgdu væl við. Harvið var tónin sligin ann. Ikki til kappingina um fremsta plássið, men um hvør skuldi kappast um næstfremsta plássið.
Tá startspurturin var gott og væl av, hevði Sílið bæði lagt seg upp á síðuna av og tikið Blik.
Á Molanum var munurin til Fípuna Føgru og Blik ein hálv bátslongd, og so var skjótt, at munurin varð longdur til eina bátslongd og meiri enn so. Tá tað restaðu tvey hundrað metrar, var Sílið leyst av hinum bátunum, og á málinum vóru tað næstan tvær bátslongdir á muni.
Kappingin millum Blik og Fípuna Føgru minti nógv um kappingina millum hesar báðar bátarnir á ólavsøku í fjør. Tá hevði Fípan Fagra longu frammanundan tryggjað sær FM heitið við at vinna fimm teir fyrstu róðrarnar. Men á ólavsøku vórðu klaksvíksgenturnar snýttar at Bliki, sum vann síðsta róðurin.
Hesa ferð kappaðust somu manningarnar um næstfremsta plássið í ólavsøkuróðrinum, og aftur hesa ferð vóru tær av Argjum tær stinnaru. Munurin var meiri enn ein bátslongd. Longu undan ólavsøkuni hevði Fípan Fagra tryggjað sær silvurmerkini í FM kappingini.
Aftur hesa ferð var luttøkutalið størst í genturóðrinum. Ørnin, Drekin, Tjaldrið, Havfrúgvin og Tekla vóru við í kappingini um FM stigini. Síðstur á mál var Broddur. Tá hann kom á mál, høvdu tær á Sílinum frøtt seg um ólavsøkusigurin og FM heitið í 37 sekund.

og tað var skjótt, at munurin var so mikið øktur, at eingin ivi var um, hvar sigurin skuldi enda.