?Sólskinsvísa? vann sangkappingina

Tað gjørdust Finnur Jensen og Høgni Fagraberg, sum vunnu sangskrivarakappingina við sanginum ?Sólskinsvísa?

 

Virðislønirnar í stóru sangkappingini, sum Føroya Sanglærarafelag skipaði fyri, vórðu handaðar í Norðurlandahúsinum nú seinnapartin.

 

Fyrsta virðisløn á 30.000 krónur fór til lagið Sólskinsvísa við orðum eftir Finnur Jensen og lagi eftir Høgna Fagraberg

 

Aðru virðisløn á 20.000 krónur vann Unn Patursson við sanginum ?Tankanet?, meðan Eivør Pálsdóttir vann triðju virðisløn á 10.000 krónur við sanginum ?Kenslunar stríð?

 

Sangkappingin er liður í verkætlan, sum í fyrsta umfari skal enda við eini sangbók við umleið 400 føroyskum sangum og eini tilhoyrandi nótabók við løgum, talsetingum og teksti.

 

Málið er, at bøkurnar skulu koma út við skúlaársbyrjan august 2010.