Súni Fríði vann í fyrstu royndini

1.deild menn: FC Hoyvík vann í gjár á teimum næstbestu hjá EB/Streymi. Støðan gjørdist 4-1 til gestirnar úr Hoyvík. Hinir fýra dystirnir í hesum umfarinum verða leiktir í dag.

 

Jørgen Meitilberg var við aftur eftir skaða og tað kom væl við hjá FC Hoyvík. Hann legði gestirnar á odda, áðrenn Hanus Olsen javnaði fyri EB/Streym. Í seinna hálvleiki fekk EB/Streymur ein mann útvístan og so fór FC Hoyvík við sigrinum við málum frá Jørgini Meitilberg, Jónari Borg Dahl og Høgna Warberg. Sigurin ger, at FC Hoyvík nú er omanfyri niðurflytingarstrikuna. Hetta var somuleiðis fyrsti dysturin hjá FC Hoyvík við nýggja venjarinum, Súna Fríða Barbá.

 

EB/Streymur – FC Hoyvík 1-4 (1-1)

0-1 Jørgen Meitilberg, 32

1-1 Poul G. Olsen, 45

1-2 Jørgen Meitilberg, 61 br

1-3 Høgni Warberg, 64

1-4 Jónar Borg Dahl, 1-4

 

Hinir fýra dystirnir í hesum umfarinum eru:

 

NSÍ II – TB 14:30 Bent Tommy Linklett

FC Suðuroy – Skála 15:00 Dia Lamhauge

HB II – 07 Vestur II 15:00 Birgir Sondum

AB – Víkingur II 17:00 Rói Jacobsen