Súni verður ikki við

Tað hevur verið ivamál, um Súni Olsen, sum var dagsins maður á Brøndby Stadion fyri tveimum vikum síðan, verður tøkur til dystin í annaðkvøld

Hann hevur fingið staðfest eitt lítið brot í fótinum, soleiðis, at hann ikki kann verða við, tá liðfelagarnir fara at stríðast ímóti Brøndby.

Heðin Askham sigur í stuttari viðmerking í morgun, at sum støðan er í løtuni verður føroyski landsliðsleikarin ikki við í morgin. Tað verður tí, eftir øllum at døma, uttan Súna Olsen, at B36 skal royna at vinna seg víðari.