Hósdagin, fríggjadagin og leygardagin valdaði stór sorg heima hjá Ruth og Sólbjørn Thomsen og teimum heima á Mikkjalstrøð í Havn.
Sorgin er framvegis hjá teimum, men tey eru farin ein túr av landinum.
Tey syrgja øll yvir Toke, førarahundin, sum Ruth hósdagin í seinastu viku læt avlíva. Toke hevði eitt stórt pláss í familjuni.
Men 10 ára gamli Toke var farin at baga eitt og annað, og hóast Ruth og tey ikki vildu av við hann, hevði hon ikki hjarta til at lata hann liva við sínum brekum og óivað pínslum, sum hann ikki dugdi at siga frá. Hann skuldi fáa frið, meðan hann enn hevði tað so nøkulunda og var ein glaður hundur.
Fleiri av hennar kenningum høvdu nevnt, at Toke ikke longur var so byrgur longur, og spakuliga vandi Ruth seg við tankan um at telja dagrnar hjá Toke.
Fleiri ellisbrek
Hann leið av gikt, ein knykil var tikin úr honum, hann var blindur, og hann hevði epilespi. Hann orkaði ikki longur at leypa inn í bilin, men mátti hjálpast, og tað var ein fyritøka at fara upp gjøgnum trappurnar.
Tá ið hann so í hinari vikuni fekk nýggj herindi av epilepsi, skilti Ruth, at hetta ikki bar til longur.
- Avgerðin var bara mín, tí hann var mín hundur.
Mikukvøldið í seinastu viku var øll familjan saman, og tey kíndu og klappaðu honum fyri at siga farvæl.
Morgunin eftir fóru Ruth og Sólrun tey tungu sporini niðan til Djóralæknatænastuna.
- Ein lítil ivi var framveigis í mær, men tað hjálpti væl, tá ið djóralæknin Jústinus Olsen segði, at Toke hevði fleiri knyklar.
Tað hjálpti henni væl at taka avgerðina, at onnur høvdu sagt, hvussu veikur og ússaligur Toke var blivin. Hon hevði eisini fleiri ferðir tosað við mannin, sum í sínari tíð vandi Toke til førarahund, og hesin segði fyri langari tíð síðan við hana, at endin á lívinum hjá hundinum fór at nærkast.
Bara góð minni
Saknurin er ómetiligur, men minnini eru nógv og góð.
- Toke hevði ótrúliga stóran týdning fyri meg. Hann menti meg og lærdi meg at viðganga, at eg var blind, sigur Ruth.
Toke gjørdi, at Ruth kundi fara út. Hann gjørdi tað møguligt fyri hana at fara á Blindastovnin (nú Sjóndepilin), til handils, til arbeiðis, út at vitja fólk og annað. Áðrenn hon fekk Toke, noyddist hon bara at vera heima. Toke førdi hana trygt frá stað til stað í býnum.
- Tá var eg bara kona og mamma, men tá ið eg fekk Toke, kundi eg vera eg sjálv. Eg fekk ett nýtt lív, Sólbjørn eina glaða konu, og børnini eina glaða mammu. Toke hevði so stóran týdning fyri meg, at í mínum vaksna lívi sum blind fer tað altíð at eita fyri og eftir Toke.
Tað var í august 2002, at tankin um, at Ruth skuldi hava førarahund, fostraðist.
Hugburðurin broyttist
- Tað var eygnalæknin, sum spurdi meg. Eg fekk sum vátan vøtt, tí eg helt meg ikki vera blinda. Eygnalæknin segði, at eg hevði rætt til at fáa førarahund, men eg vildi ikki hoyra um tað.
Tey á Blindastovninum eggjaðu henni til at fáa sær førarahund, og hon fór at hugsa um tannn møguleikan.
Men fyrsta stigið var at duga at brúka hvíta stavin, og stavin vildi Ruth ikki hoyra um.
Fyri at fáa hund var neyðugt hjá Ruth at vera ein heilan mánað í Danmark, og tað var ikki so einfalt, tí hon hevði smá børn. Men øll stuðlaðu henni.
Meðan hon var niðri, slapp hon at royna at ganga við hundi, og tá skilti hon, hvussu stór hjálp ein hundur kundi vera henni.
Hetta var í november 2003, og longu 31. juli árið eftir fingu hon og Sólbjørn hundin í Danmark.
Av tí at Toke var so veikur, brúkti Ruth hann ikki sum førarahund tað seinasta hálva árið.
Ongan nýggjan hund
Hon fekk ein nýggjan førarahund í boði, men hon segði nei takk, tí hon helt seg ikki hava nóg stórar avbjóðingar at geva einum nýggjum hundi.
- Tað hevði verið stór synd, tí eg havi ov lítið at brúka ein hund til nú. Mínar lívsumstøður eru so nógv broyttar, síðan eg fekk Toke. Eg havi einki arbeiði og fari ikki so víða longur, sigur Ruth.
Hon veit væl, at summi fólk halda tað vera láturligt at syrgja yvir ein hund.
- Men Toke var nakað heilt serligt. Hann var so róligur og fittur, lekti nógv børn fyri hundaræðslu. Eg havi so nógv at takka honum fyri tey árini, vit fingu saman, sigur Ruth.