Súsanna Skylv skuldi eftir ætlan í hesum døgum luttaka í einum sokallaðum adventure race í Ekvador í Suðuramerika. Kappingin hevur fingið heitið Huairasinchi Chevrolet 2012.
Men í gjár boðaði liðið hjá Súsonnu frá, at tey hava valt at taka seg úr kappingini.Orsøkin til hetta er, at serliga tveir av luttakarunum á Skandia Adventure Team, sum er liðið hjá Súsonnu, gjørdust illa fyri, tá liðið kom upp í næstan 5000 metra hædd.
- Vit hava tíverri verið noydd til at taka okkum úr kappingini í Ekvador. Ein trupul, men røtt avger. Tað gjørdist strævið hjá okkum, tá vit komu upp í yvir 4800 metra hædd. Fyrst gjørdist Bjarke illa fyri, og nakað aftaná fekk Thure trupullekar við andadráttinum orsaka av hæddini, vit vóru í. Hóast vit hildu ein steðg, soleiðis at hann kundi hvíla seg, sóu vit, at hann ikki fekk tað betri, heldur tvørturímóti. Tí ivaðust vit ikki í at seta okkum í samband við fyrireikararnar, so at Thure kundi koma niður úr 500 metra hædd skjótast gjørligt. Hann hevur tað gott eftir umstøðunum, men verður eygleiddur á lokalu skaðastovuni.
Tey fýra, ið manna liðið, harmast um, at tey ikki kunnu halda áfram í kappingini.
- Tað er altíð keðiligt at vera noydd at taka seg úr eini kapping, men tað er umráðandi at minnast til orðini hjá Bruce "It´s only a game." Vit eru tó øll uppsett upp á at koma sterkt aftur og vísa, hvat vit duga.
Hetta skrivar Skandia Adventure Team á facebook-síðu síni.
Leygarmorgunin klokkan fimm byrjaði sjáldsama harða liðkappingin, sum er av slagnum adventure race. Í samfull fýra samdøgur skulu luttakararnir ígjøgnum fleiri etapir, har tey eitt nú skulu súkkla á fjallasúkklu, renna, rógv kajakk og klatra. Fyrstu luttakararnir koma væntandi á mál týsdagin.