Saab 9-3 í nýggjum stíli

Samstundis sum Saab fylla 60 ár, koma teir við einum »nýggjum« Saab 9-3, sum hevur fingið eina sonevnda facelift. Bilurin er dagførdur við meira markantum designi og betri koyrieginleikum

Saab er eitt bilmerki, sum ikki skiftir modell í tíð og ótíð, men teir dagføra sínar bilar við jøvnum millumbili, so teir altíð eru ”up to date” bæði hvat trygd, komforti og koyrieginleikum viðvíkur.


Nú er so Saab 9-3 dagførdur við fleiri designbroytingum, samstundis sum undirvognurin er vorðin meira sportligur til frama fyri koyrieginleikarnar.


Framman er nýggja modellið eyðkent av t.d. størri kølaragittari og rammum rundan um tokulyktirnar. Aftan eru eisini nakrar designbroytingar, eins og desinið sum heild er broytt. Bilurin líkist konseptbilinum Saab Aero X, sum fyrstu ferð var sýndur á bilaframsýningini í Genéve í fjør.


Broytingarnar eru ikki einans uttan. 1,9 litra turbo dieselmotorurin sum fæst við ávikavist 120 og 150 hk, hevur nú eisini fingið tveir turboløðarar og 180 hk við einum snúningsmomenti upp á 400 Nm. Hesin er rættuliga kvikur, koyrir frá 0-100 km/t upp á 8,7 sekund. Annars fæst Saab 9-3 við bensinmotorum frá 122 hk til tann stóra V6 við 255 hk.


Seinni í ár kemur Saab 9-3 við ein framkomnari 4x4 skipan (XWD-cross wheel drive) til útgávurnar Aero Sport Sedan og SportCombi.


Saab 9-3 hevur hópin av innbygdum trygdarskipanum og er ein av heimsins tryggastu bilum. Bilurin fekk gullmedalju frá "Insurance Institute for Highway Safety” í fjør, sum er hægsta viðurkenning fyri trygd í USA.


Í sambandi við at tað í ár eru liðin 30 ár síðan Saab fyrstu ferð sýndu fram ein bil við turbo, hava teir gjørt ein nýggjan Saab 9-3 Turbo X við 2.8 litra V6 motori (280 hk), sum bert verður gjørdur í 2.000 eindum.


Saab 9-3 fæst í nógvum ymiskum útgávum og kann bíleggjast eftir egnum ynski. Tann biligasti kostar 270.000 krónur.