Leygardagin máttu Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof lúta fyri næstfremsta liðnum í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Í Partille tapti Sävehof 29-32 fyri Malmö.
Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni hjá Sävehof, ið var aftanfyri 12-21 í steðginum. Aftaná steðgin var bøtt munandi um støðuna, men tað rakk ikki til eitt stig. Ísak skoraði eitt mál og hann legði eisini upp til eitt mál (assist).
Sävehof er fjórðfremst í deildini við 27 stigum.
Mánakvøldið 9. mars hevur Sävehof dyst á heimavølli móti AMO.












