Safari Transport innandura FM í gonguløgum

Í góðveðrinum um vikuskiftið varð ein sera væleydnað FM-kapping hildin hjá Føroyskum Íslandsrossafelag í Havnardali

Hesi vunnu T1: Í miðjuni, nr. 1: Ragnheiður Ólafsdóttir Dam. Til vinstru, nr. 2: Heri Djurhuus Dahl og til høgru, nr. 3 Ása Maria Vágsheyg

Í góðveðrinum um vikuskiftið varð ein sera væleydnað FM-kapping hildin hjá Føroyskum Íslandsrossafelag í Havnardali. Innleiðandi umførini vóru fríggjadagin og finalurnar leygardagin. Ítróttarnevndin hevði kýtt seg fyri at kappingarnar skuldu avgreiðast bæði skjótt og væl. Fyrireikingarnar gingu væl og veðrið skikkaði sær eisini heilt væl, so tað ger altíð tingini lættari.

 

Sum nakað nýtt, var eitt savningarstað avmerkt beint uttan fyri høllina, har tey, sum skuldu næst inn, skuldu vera klár á rossunum. Hetta er ein sokallaður "collecting ring", og verður nógv brúkt til kappingar uttanlands. Tá farið verður inn á hetta avmerkta savningarstaðið, snýr tað seg um at vera klár at fara inn á vøllin, og tá er ikki loyvt at fara av rossunum ella tosa við fólk, undantikið tann, ið stendur vakt. Tað vísti seg at rigga sera væl við savningarstaðnum, so hetta fer eisini at verða brúkt í komandi kappingum.

 

Tvær nýggjar greinar

 

Hesa ferð varð kappast í tveimum nýggjum greinum. Onnur var T8 og hin var V3. Hetta varð gjørt fyri at eggja fleiri til at koma og royna seg í kappingum, tí fólk og ross eru, sum vera man, á sera ymiskum støði.

 

Tølt

 

Tá talan er um kappingar við íslendskum rossum, so er tøltið ofta nógv í fokus – gongulagið, sum íslendsku rossini serliga eru kend fyri.

 

Fýra ymiskar tøltkappingar vóru hildnar, og hesa ferð varð, sum nakað nýtt, eisini kappast í T8, ið er ein lættari flokkur. Harumframt vóru T7, T2 og T1, sum er hægsti flokkur, á skránni. T1 vunnu Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum. Hetta var fyrstu ferð, at Ragnheiður kappaðist í bólkinum fyri vaksin, tí hon bleiv 22 ár, júst sama dag. Ert tú undir 22, so kappast tú sum ungdómur.

 

Ein ungdómur, sum serliga skaraði framúr, var Ester Dahl á Heygum á hestinum Vorboða frá Akurgerði. Hon vann ikki minni enn tvær kappingar: Fjórðgongdina V1, har hon vann á teimum vaksnu og eisini í tøltkappingini T2, gjørdist hon nr. 1.

 

Spennandi verður at fylgja hesum dugnaligu ungu reiðfólkunum í framtíðini.

 

Fjórðgongd

 

Sum vanligt varð kappast í V5 og V1 – og harafturat kundu fólk melda seg til í V3, sum er ein lættari kapping enn V1, men torførari enn V5.

 

Góð undirtøka

 

32 fólk og 39 ross vóru meldað til seinastu innandura kappingina í vár. Nýggja uttandura breytin er komin so væl áleiðis, at fyrsta uttandura kappingin verður um miðjan mai.

 

Úrslitini av kappingunum er hesi:

 

T1

 

Nr. 1 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum

 

Nr. 2 Heri Djurhuus Dahl og Brá frá Tjarnarstöðum

 

Nr. 3 Ása Maria Vágsheyg og Krapi fra Enighed

 

T2

 

Nr. 1 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði

 

Nr. 2 Jason Lützen og Ljómi frá Sólvangi

 

T7

 

Nr. 1 Helena Dahl Thomsen og Lómur frá Kvistum

 

Nr. 2 Elisabeth Andreasen og Stefnir frá Typpafossi

 

Nr. 3 Bryndis Hjartardóttir og Sveifla frá Feti

 

T8

 

Nr. 1 Bjørk Láberg og Kóngur fra Tindsgarði

 

Nr. 2 Sólrun Højgaard Poulsen og Rjóð frá Kjarri

 

Nr. 3 Hrafnkatla frá Fróni og Kristian Bang Krosstein

 

V1

 

Nr. 1 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði

 

Nr. 2 Valborg Hallursdóttir Laksáfoss og Þórey frá Flagbjarnarholti

 

Nr. 3 Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni

 

V3

 

Nr. 1 Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni

 

Nr. 2 Elisabeth Andreasen og Stefnir frá Typpafossi

 

V5

 

Nr. 1 Bjørk Láberg og Verðandi frá Litlu-Tungu

 

Nr. 2 Sólrun Højgaard Poulsen og Rjóð frá Kjarri

 

Nr. 3 Sedea Bjarnadóttir Nolsø og Rambó frá Hellu

 

Hesi vunnu T1: Í miðjuni, nr. 1: Ragnheiður Ólafsdóttir Dam. Til vinstru, nr. 2: Heri Djurhuus Dahl og til høgru, nr. 3 Ása Maria Vágsheyg