LÝSINGARTILFAR
Dreymurin um at keypa eina fyritøku endaði við, at Óli Hans Hammer Olsen og svágur hansara Dia Mikkelsen keyptu Føroya Betongsaging. Fyri Óla Hans var hetta virksemið nakað spildurnýtt, men fyrrverandi eigarin, Hjaltur Tausen, hevur verið til dystin fús at veita hjálp og ráðgeving.
Tann 14. juli 2007 keyptu Andrias (Dia) Mikkelsen og Óli Hans Hammer Olsen Føroya Betongsaging frá Hjalta Tausen úr Runavík, sum byrjaði hetta virksemið í 1987. Í byrjanini varð betongin bert skorin við vatni, men síðani eru nógv tól komin afturat, og hevur hetta verið við til at fjøltátta fyritøkuna meiri. Við yvirtøkuni broyttu nýggju eigararnir felagið frá at vera smápartafelag til partafelag, so tað nú eitur Føroya Betongsaging P/F.
Virkisøkið hjá Føroya Betongsaging spennir víða og umfatar alt frá gólvsaging og veggjasaging, til boring, slíping og fresing.
[kursiv]Men hvussu stórur er tørvurin á hesum tænastunum í veruleikanum? [kursiv]
- Tørvurin er stórur, tað er so nógv at gera, at dagarnir strekkja ikki til. Stóru byggifyritøkurnar brúka okkum nógv, staðfestir Óli Hans Hammer Olsen.
Í løtuni arbeiðir Føroya Betongsaging serliga í nýggjum byggiverkætlanum, millum annað við at skera til, har sum stoypt er ov nógv. Í serliga størri bygningum verður borað fyri rørum og káplum, eftir at stoypt er, tá verður teknað upp og síðani skorið út.
- Tann størsti borurin vit hava heima er 70 cm í tvørmáti. Tað er sjáldan brúk fyri meiri. Men tað ber saktans til at fáa fatur á størri borum, um tørvur er á tí, sigur Óli Hans Hammer Olsen.
Annars hevur Føroya Betongsaging øll møgulig amboð til ymisk endamál, til dømis til at brekka betong við. Óli Hans sigur, at virksemið er rættiliga javnt býtt um alt landið.
Aggregat framleiðir stórar orkunøgdir
Tað eru ikki smáar nøgdir av orku, ið skulu til fyri at dríva stóru maskinurnar hjá Føroya Betongsaging.
- Vit hava stóran fyrimun av at hava aggregat í bilinum, sum vit altíð brúka. Sagirnar brúka so mikið sum 63 ampere, og stóra slípimaskinan trekkir 60 kilowatt, svarandi til 80 hestakreftir, greiðir Óli Hans Hammer Olsen frá og ásannar, at tað er vorðið munandi dýrari at dríva aggregatið, nú oljuprísurin er blivin so høgur.
Tað eru eisini aðrar fyritøkur, sum skera betong, men Føroya Betongsaging man vera tann, ið hevur mestu framkomnu útgerðina her á landi á hesum øki. Og byggimessan er eitt gylt høvi at kunna vísa breiðu viftuna av førleikum fram, heldur nevndarformaðurin.
- Vit fara serliga at gera vart við tey ting, sum vit fáast mest við. Hetta er millum annað at vísa á fyrimunir við at slípa betong, og annars hvat vit kunnu gera í ymsum støðum. Eg kann nevna sum dømi, at tað er óneyðugt at stoypa uppí aftaná, tá vit hava skorið út fyri einum vindeyga, tí skorið verður akkurát til, greiðir Óli Hans frá.
Tað arbeiða í miðal 10-12 fólk hjá Føroya Betongsaging. Um summarið er nógv meiri at gera, og tá arbeiða eisini fleiri fólk.
Myndatxt:
Føroya Betongsaging sker ikki bara betong, men ger mangt annað eisini. Á byggistevnuni fer fyritøkan at vísa fram tænastur ”yvir allan kambin”, sigur nevndarformaðurin Óli Hans Hammer Olsen.
Hilmar Simonsen [email protected]