? Ein stjórn er sum eitt orkestur. Hvør einstakur tónleikari kann ikki spæla tónleikin, sum honum tykir best?
Hesi orðini hjá harold Wilson, sum Jóannes Eidesgaard læs í Dimmalætting nú um dagarnar, heldur hann væl lýsa ruðuleikan, sum valdar í landsstýrinum í dag.
? Tá vit fóru úr landsstýrissamgonguni í juni 1996 var tað av fleiri grundum. Andreas Petersen og eg sjálvur høvdu stórar trupulleikar av, at als ongar politiskar viðgerðir vóru í landsstýrinum, sgiur Jóannes Eidesgaard.
Kenni støðuna aftur
Hann sigur, at Andreas Petersen arbeiddi við fleiri málum á almannaøkinum, men hann kom ongan veg, tí hann fekk einki politiskt mótspæl frá hinum í landsstýrinum.
Jóannes Eidesgaard sigur, at soleiðis var tað allan vegin ígjøgnum. Landsstýrismenninir høvdu ymsar ætlanir, men fingu als ikki respons - serliga ikki frá løgmanni. ? Hann tók ongantíð lut í politiska arbeiðinum, sigur Jóannes Eidesgaard.
? Atli Hansen, formaður Sambandsfloksins á tingi segði tað eisini herfyri, tá hann greiddi frá fundunum í lítlu samgongu. Løgmaður var sjáldan á fundi, og tá hann var har, mól hann bert út og inn.
Hesa støðuna sigur Jóannes Eidesgaard seg kenna rættuliga væl aftur.
Sambandslandsstýris?menninir friðaðir
Jóannes Eidesgaard heldur, at Sámal Petur í Grund er offraður vegna manglandi politiskt mótspæl.
? Hann hevur ikki fingið tað mótspælið, sum hann nátúrliga átti at fingið frá feløgum sínum í samgonguni. Men tað er heldur ikki so løgi, heldur Jóannes Eidesgaard, tí tað krevur, at tú hevur ein góðan leiðara, og tað hevur hendan samgongan ikki.
Jóannes Eidesgaard vísir eisini á, at landsstýrismenninir hava ilt við at vita, hvar teir flota. Landsstýrismenn Sambandsflolksins eru friðaðir í klassa A - og teir kunnu gera, sum teimum lystir, uttan at vandi er fyri, at Edmund Joensen fer at koyra teir til hús.
? Vit kunnu bara taka dømið Nólsoyar Páll. Hóast ein sambandslandsstýrismaður hevur ábyrgdina av, at nógvar milliónir av almennum pengum eru søplaðir burtur, so hendir einki.
? Tað sum Sámal Petur í Grund nú er skuldsettur fyri, hevur lítið upp á seg í mun til tað, heldur Jóannes Eidesgaard.
Víðari sigur hann, at Sámal Petur í Grund hevur gjørt nógv størri politisk mistøk, enn hann nú hevur gjørt við handfaringini av undirsjóvartunnlinum.
Skotlandssiglingin størsta skandalan
? Hann átti langt síðani at havt mist høvdið politiskt fyri at hava lagt niður Skotlandsrutuna. Men var ein dugnalig leiðsla í Tinganesi, so var Sámal Petur í Grund ikki komin soleiðis fyri, sum hann gjørdi nú, heldur Jóannes Eidesgaard, tí so var hann steðgaður, áðrenn málið kom so langt.
? Og hetta var júst eisini orsøkin til, at vit fóru úr landsstýirnum, sigur Jóannes Eidesgaard.
? Vit kunnu taka sum dømi bygnaðarbroytingarnar. Hvar bleiv tann politiska viðgerðin av teimum av??
Frægari arbeiði undir øðrum løgmonnum
Jóannes Eidesgaard sigur, at hann hevur arbeitt undir trimum løgmonnum, áðrenn hann fór at arbeiða undir Edmundi Joensen. Fyrst undir Atla Dam, so undir Jógvan Sundstein eitt skifti í 1991 tá Atli Dam var sjúkur og síðan undir Maritu Petersen.
Tá vóru viðurskiftini heilt øðrvísi, tí tá visti tú altíð, hvar tú fleyt, sigur hann.
? Tá vit arbeiða saman - fólk úr ymsum flokkum, so mugu vit tosa saman um tingini og viðgera tey politiskt. Vit vita, at vita hava hvør síni sjónarmið - at vit ikki eru samd. Men vit eiga kortini at arbeiða saman sum eitt team, vísir Jóannes Eidesgaard á.
Vantandi leiðslan speglast í tinginum
? Landsstýrið er eitt team. Tað nyttar einki at brúka nýggju stýrisskipanina sum undanførslu. Fyri tað um landsstýrismenninir hava fingið størri ábrygd á sínum øki, so merkir tað ikki, at tann kollegiala politiska viðgerðin í landsstýrinum eisini skal hvørva, sigur Jóannes Eidesgaard.
Vantandi politiska leiðslan í landsstýrinum speglast aftur í tingarbeiðinum, heldur Jóannes Eidesgaard, sum vísir á, at samgongumenn javnan eru grundleggjandi ósamdir, tá mál koma úr landsstýrinum niðan í tingið - og soleiðis ber ikki til at arbeiða, sigur hann.