Farodane, Com Data og Reproz leggja saman í eitt samtak við umleið 100 starvsfólkum. Sum vit gittu í gjár, eru fyritøkurnar Farodane, Com Data og Reproz nú lagdar saman í eitt samtak.
Stjórar í samtakinum eru Christian Nagata, sum hevur verið stjóri í Com Data og Reproz, og Rolf Herup Olsen, sum var stjóri í Farodane.
Í nevndini í samtakinum sita John Petersen, formaður, Fróði Hansen, Pauli Ellefsen og Eiler Jacobsen yngri.
Íløgufelagið Løkir, teir báðir stjórarnir, Anna og Carl Herup grunnurin og fyrrverandi partaeigarar í samanløgdu feløgunum eiga nýggja samtakið.
Samtakið hevur deildir í Havn, Klaksvík og í Runavík og hevur umleið 100 starvsfólk.