- Fleiri pláss á sambýlum og ellis- og røktarheimum, skulu niðurleggjast.
Tað staðfestir Rósa Samuelsen, sum bæði er løgtingskvinna og borgarstjóri í Vága Kommunu, og hartil er hon eisini fyrrverandi landsstýriskvinna í almannamálum.
Hon var við á ráðstevnu hjá landsfelag pensjónistanna í dag og har staðfesti hon, at eitt tað tað fyrsta, kommunurnar fara at hugsa um at tá tær yvirtaka eldraøkið 1. januar í 2015, verður, at niðurleggja pláss á ellis-og røktarheimum og sambýlum.
Hon legggur tó dent á, at tað verður framvegis neyðugt at hava ellis- og røktarheim til tey, sum av álvara hava brúk fyri tí.
Men sum heild vísir hon á, at eitt pláss á sambýli kostar 500.000 krónur um árið fyri hvørt fólk.
Men sum heild eiga tey at verða brúkt til endurvenjing og umlætting.
Hinvegin verður neyðugt at menna heimarøktina, samstundis sum røktarheimspláss verða niðurløgd.
Rósa Samuelsen heldur, at í Føroyum eru fólk alt ov leingi á røktarheimum.
Hon hevur verið á fundi í Norðurlandaráðnum og har eru tey skelkað av, hvussu leingi føroyingar búðu á røktarheimi.
Tey eru eisini skelkað av, at vit ikki høvdu eina lógartryggjaða endurmenning, men nú er tað sett á breddan í Føroyum.
Rósa Samuelsen sigur, at aðrastaðni búgva fólk sum heild ongantíð meiri enn trý ár á røktarheimi, tí miðvísa endamálið er, at fólk skulu búgva heima hjá sær sjálvum so leingi sum gjørligt.
Síggj fleiri myndir frá ráðstevnuni hjá pensjónistunum við at TRÝSTA HER
Men í Føroyum kemur fyri, at fólk hava 25 ára hátíðarhald á stovni og tað er ein gongd, sum má broytast, sigur Rósa Samuelsen.