Sambýlið Reynstún letur upp

Almannaverkið bjóðar til almenna móttøku í nýggja Sambýlinum Reynstún á Argjum mánadagin, tann 17.06.2024 kl. 15.00

Sambýlið Reynstún er á Glyvursvegi 30 á Argjum og er til fólk við menningartarni og fjølbreki. Í nýggja sambýlinum er pláss fyri 18 fólkum at búgva.

 

Á skránni verða røður og sangframførsla. Ein góður drekkamuður verður eisini at fáa.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fegnast um nýggja sambýlið.

 

- Tað er gleðiligt, at fólk við menningartarni og fjølbreki fáa ein góðan bústað við góðum umstøðum í gerandisdegnum.

Húsið verður opið fyri almenninginum frá kl. 13.00 til kl. 17.00 hendan dagin.