Løgmaður er væl nøgdur við at Jenis av Rana gjørdi av at atkvøða fyri uppskotinum um at skatta pensjónirnar við inngjald.
- Tað er gott, at hava koyrt málið trygt ígjøgnum, og tað er gleðiligt, at samgongan stóð saman til endans, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann segði av Tingsins røðarapalli, at tá mynstrað er, er altíð hugaligast, at øll manningin kemur við. Og hann fekk eisini greiða ábending um, at so var, tá Jenis av Rana stutt framman undan av sama røðarapalli staðfesti:
- Eg ætli ikki at tackla so hart, at eg verið vístur av vølli, og eg ætli mær ikki at lata meg skifta út, segði hann.
Jenis av Rana atkvøddi fyri pensjónsuppskotinum, og tað er løgmaður sera væl nøgdur við.
- Vit hava alla tíðina havt eitt sera gott samstarv, og eg eri fegin um, at Jenis avkvøddi við okkum í hesum málinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.