Umleið 1500 fólk vórðu savnað til samfelagsmøtini, sum Brøðrasamkoman skipaði fyri í Badmintonhøllini í Klaksvík 1. Hvítusunnudag. Møtini halda fram í allan dag. Badmintonhøllin í Klaksvík var á tremur 1. Hvítusunnudag, tá samkoman Betesda skipaði fyri árligu samfelagsmøtunum. Møti við kórsangi og talum vórðu klokkan 10, 16 og 19 og halda tey fram 2. Hvítusunnudag somu tíðir. Millum talararnar 1. Hvítusunnudag var Levi Joensen, sum býr í Danmark men sum leitar sær heim á klettarnar javnan, serliga tá samfelagsmøtini verða hildin í heimbygdini Klaksvík annaðhvørt ár. 2. Hvítusunnudag verða møtini eisini at hoyra í Lindini, sum sendir beinleiðis frá møtunum klokkan 10, 16 og 19.