Tað var drúgt orðaskifti í Løgtinginum í dag um uppskotið at sleppa bensini og diesel undan mvg í tríggjar mánaðir fyri at mótvirka høgu oljuprísunum.
Andstøðan var harðliga ímóti uppskotinum, serliga fólk úr Tjóðveldi og Framsókn.
Andstøðan royndi at fáa eitt broytingaruppskot lat fyri tingið, men tað slupppu tey ikki. Freistin at leggja uppskot fram var úti í mars, so tí skulu í minsta lagi 17 undirskriftir fyri at leggja uppskot fram. Og tað eydnaðist ikki andstøðuni at fáa stuðul frá samgongufólki at leggja uppskotið fram. Tað varð samgongan eisini hartað fyri.
Men uppskotið varð samtykt við 23 atkvøðum fyri, 5 blonkum og 2 ímóti. Í móti atkvøddu tingfólkini hjá Framsókn, meðan Tjóðveldi atkvøddi blankt. Báðir tingmenninir hjá Miðflokkinum atkvøddu fyri uppskotinum.










