Samkipað sjúkrahúsverk

Oddagrein:

Spurningurin um, sjúkrahúsbygnaðin er aktuellur. Avgerðin um at seta heilsustjóra hevur elvt til ein ótta fyri lagnuni hjá teimum smáu sjúkrahúsunum. Hetta merkir, at onkur hevur hug at andøva ímóti hesari avgerð. Støða landsstýrismansins tykist púra greið: vit skulu skipa okkara sjúkrahúsverk gagnligt og skilagott fyri allar landsins borgarar – tað vil siga, eisini við hjartanum. Hetta tænir øllum borgarum landsins best.

 

Hetta er greið tala og kann bert merkja, at vit skulu varðveita trý sjúkrahús í Føroyum, soleiðis sum ásett í galdandi sjúkrahúslóggávu. Tað, sum umræður er, at vit fáa samskipan og samstarv í lag millum tey trý sjúkrahúsini og á tann hátt fáa sum mest burtur úr tí tilfeingi, sum er í heilsuverkinum. Partarnir skulu virka saman heldur enn at kappast móti hvør øðrum, heldur landsstýrismaðurin. Vit hava her fleiri ferðir mælt til, at hugt verður nærri at bygnaðinum og virkseminum á teimum trimum sjúkrahúsunum. Hetta mál eigur at verða viðgjørt við støði í teimum stóru broyt­ingum, sum seinastu mongu árini eru hendar innan føroyska undirstøðukervið. Fyri bert fáum ártíggjum síðan vóru at flestu farleiðir sjóvegis, meðan støðan í dag er tann, at meginparturin av landinum er bundin saman við føstum sambandi. Tað vildi verið bæði ábyrgdarleyst og stuttskygt ikki at gagnnýtt teir møguleikar fyri rationaliseringum og fullnýtslum, sum hetta nógv broytta undirstøðukervi gevur.

 

Hvussu skulu vit so sera sjøtul á hetta stóra og sera torføra mál? Svar landsstýrismansins er, at vit skulu skipa sjúkrahúsverkið við skili - og við hjarta. Hetta merkir, at vit ikki skulu lata okkum stýra av køldum roknimeistarum og rationaliseringsekspertum – tí so endar alt virksemið í høvuðsstaðnum. Sostatt kenna vit nú politisku fortreytirnar, sum eru, at vit í alla framtíð skulu varðveita trý sjúkrahús í hesum lítla landi. Til tess at tryggja, at tilfeingið á øllum trimum sjúkrahúsum verður gagnýtt á besta hátt, skal økið samskipast og hetta skal eftir øllum at døma gerast við at seta ein felags heilsustjóra at samskipa alt heilsuverkið og í hesum føri serstakliga sjúkrahúspartin.

 

Hesin nýggi stovnur skal ikki stýra lokalsjúkra­húsun­um í smálutum, men yvirskipað ansa eftir, at hesi fáa ein greitt ásettan leiklut og halda seg til hendan leiklutin. Tey skulu vera nærsjúkra­hús og skulu kunna átaka sær nýggjar uppgávur, m.a. í fólka­heilsu­politiskum høpi, og t.d. sum miðdeplar í eini landsfevnandi skipan fyri rehabilitering í Føroyum. Vónandi merkir hetta, at vit í framtíðini sleppa undan dupultfunktiónum og at Landssjúkrahúsið skal vera meginsjúkrahúsið í Føroyum. Ein tílík skipan kemur ikki við einum heilsustjóra eina, tí hetta er politikkur, ikki fyrisiting. Skipanin krevur greið heilsupolitisk mál, greiðar politiskar útmeldingar, sterka fígging, politiska uppbakking, dirvi og handalag. Hesar fortreytir tykjast nú at vera til staðar og tí er at smíða, meðan jarnið er heitt.