Lata samkynd seg víga í Danmark, er hjúnaband teirra ikki galdandi í Føroyum, um tey flyta higar. Tað hevur Karen Hækkerup, sosialmálaráðharri svarað Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni.
Tá danska Fólkatingið hevði samtykt, at samkynd skulu kunna giftast í donsku kirkjuni, spurdi Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, danska sosialmálaráðharran hvørja støðu hesi hjúnabond hava í Føroyum, um giftu pørini flyta higar.
Karen Hækkerup sigur, at "útgangsstøðið má vera, at tá lógin ikki er sett í verk í Føroyum, fer eitt hjúnaband sum er knýtt í Danmark millum tvey av sama kyni, ikki at verða viðurkent ella at fáa rættarvirknað í Føroyum. Hetta fer eftir míni hugsan at hava við sær, at eitt hjúnaband, sum er knýtt í Danmark millum tvey av sama kyni, í Føroyum ikki vil kunna javnsetast við eitt hjúnaband."
Hon sigur kortini, at endaliga avgerðin um hetta má takast av dómstólunum. Tað krevur tó, at onkur vil royna hetta mál hjá dómstólunum.