Samstarvið millum Ronaldo og Jorge Mendes er steðgað

Ígjøngum 20 ár hava umboðsmaðurin, Jorge Mendes og Cristiano Ronaldo samstarvað

Sambært enska blaðnum, Mirror er tað skrædnað millum Cristiano Ronaldo og Jorge Mendes, ið hevur verið umboðsmaður hansara gjøgnum 20 ár. 

 

Sambært Mirror var Jorge Mendes als ikki við uppá, at Cristiano Ronaldo gjørdi tiltiknu samrøðuna við Piers Morgan, ið førdi til, at samstarvið millum Manchester United og Cristiano Ronaldo steðgaði.

 

Vátt kom longu í reiðrið millum Ronaldo og Mendes, tá Ronaldo á sumri í 2021 skifti frá Juventus til Manchester United.

 

Tá so Ronaldo skifti til saudiarabiska liðið, Al-Nassr fór tað fram uttan íblandan frá Mendes, ið sostatt einki fíggjarliga fekk burturúr skiftinum hjá Ronaldo til Al-Nassr.

 

Jorge Mendes er umboðsmaður hjá nógvum portugisiskum leikarum, sum Bernardo Silva, Ruben Dias, Joao Cancelo, Diogo Jota og Joao Felix.

 

Jorge Mendes er eisini umboðsmaður hjá Darwin Nunez, Fabinho, Ederson og Marco Asensio.