Ósannindi um uttanlandslánini

Tað er ótrúligt, at Høgni Hoydal skal fáa seg til at endurtaka somu ósannindi, sum hann annars royndi at snúgva sær undan fyri nøkrum árum síðani

Tann 1. apríl vóru 60 ár liðin, síðani Heimastýrislógin varð sett í gildi. Í tí sambandi hevði Útvarpið nógvar sendingar á skránni, sum viðgjørdu heimastýrislógina.

 

Í einari av sendingunum kundu lurtarar ringja inn við spurningum ella viðmerkingum til politikarar. Ein av teimum, sum ringdu inn, var fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin Ivan Johannesen. Hann vísti á, at tá hann var landsstýrismaður í fíggjarmálum, í ringastu krepputíð, var hann noyddur at taka lán uttanlands, fyri at fáa goldið tað, sum landskassin hevði skyldu at gjalda. Ivan segði, at høvdu Føroyar ikki verið í ríkisfelagsskapi tá, so høvdu vit ikki fingið nakað lán.

 

Høgni Hoydal svaraði Ivani soleiðis aftur: “...og viðvíkjandi lánunum, sum tú sigur, tú hevur fingið til serliga góðar treytir, so veitst tú eisini væl Ivan, - og hetta havi eg kannað væl og gjølla, og hetta er dokumenterað í stórum frágreiðingum. – Tey lánini, vit tóku, eisini eftir kreppuna... Vit fingu ikki nakra hjálp úr Danmark, tá kreppan kom. Vit fingu ikki nakrar eyka pengar til Føroyar. Vit tóku nøkur lán, og øll tey lánini rindaðu vit aftur við rentis rentu og eisini til eina rentu, sum var langt omanfyri marknaðarrentuna. Tað vil siga at vit fingu ikki nakran serligan fyrimun í teimum lánunum vit tóku. Tað veitst tú eisini tá tú tók lánið har, at tann rentan, sum tú mátti gjalda, hon var væl omanfyri tað sum Danmark rindar til dømis. So eg skilji ikki at tit kunnu blíva við at siga, at tað var ein fyrimunur...”

 

Endurtøka av ósannindum

Hetta sum Høgni svaraði Ivani, er als ikki í trá við veruleikan. Tað skal eg venda aftur til. Men lat okkum fyrst hyggja eftir, hvat hendi í løgtinginum fyri góðum 6 árum síðani.

 

Tá løgtingið í oktober 2001 viðgjørdi fíggjarlógaruppskotið fyri 2002, segði Høgni Hoydal, at danir kravdu “okursrentu” frá føroyingum og Karsten Hansen segði, at áðrenn danir umfíggjaðu føroysku skuldina, høvdu teir sjálvir lánt peningin aðrastaðir frá fyri eina rentu, sum lá ímillum 5 og 5,5 prosent, men “teir vóru so beinasamir, at teir lántu tað víðari til tað niðurpínda føroyska samfelagið fyri 7 prosent...”

 

Hetta fekk Lisbeth L. Petersen at seta ríkisumboðsmanninum ein skrivligan fyrispurning um hesi viðurskifti.

 

Svarið frá ríkisumboðsmanninum vísti, at tað sum landsstýrismenninir hjá Tjóðveldisflokkinum høvdu sagt, var als ikki í trá við veruleikan. Lánini vóru fíggjað fyri marknaðarrentu, og harumframt vóru 900 mió. krónur av skuldini strikaðar í avtaluni, sum landsstýrið og stjórnin høvdu gjørt tann 10. juni 1998, umframt at aðrar 500 mió. krónur bara skulu rindast aftur, um olja verður funnin við Føroyar.

 

Vit søgdu ikki tað, sum vit søgdu

Svarið frá ríkisumboðsmanninum mundi koma illa við hjá Høgna og Karsten, tí beinan vegin sendu teir eitt tíðindaskriv út, har teir søgdu, at teir vildu ikki hava skuldsetingarnar sitandi á sær, um at teir høvdu sagt ósatt á tingsins røðarapalli. Orðini um at danski staturin skuldi hava vunnið sær eyka rentu av lánunum til Føroya undir kreppuni, søgdu teir vera orð hjá Lisbeth L. Petersen sjálvari, og ikki hjá teimum. Teir kallaðu hetta fyri grovt persónsálop og manupolatión við sannleikanum, og eisini søgdu teir seg undrast yvir, at slíkar skuldsetingar ikki fingu avleiðingar. Og so skuldu teir sjálvandi eisini melda seg sjálvar til landsstýrismálanevndina, fyri at fáa allan sannleikan fram o.s.fr.

 

Men hetta orðaspælið frá 2001 man Høgni langt síðani hava gloymt, tí nú endurtekur hann tað, sum hann í 2001 pástóð var manupolatión hjá Lisbeth L. Petersen.

 

- og tað er líka lítið sannheit nú, sum tað var í 2001.