Talan er uttan iva um eitt av høvuðsnøvnunum, sum nú er komin á plakatina hjá Fjarðafestivalinum Amerikanska Sarah Kelly, sum nú hevur játtað at koma á ársins Fjarðafestival bleiv uppdagað av kenda Toby Mac frá DC Talk, sum ikki ivaðist í at geva hennara tónleik út. Tvær av hennara útgávum blivu nomineraðar til Grammy Awards í USA.
Hon gevur seg fult út á pallinum bæði tónlistarliga og við boðskapinum.
Sarah hevur uppliva mangt og hvat í lívinum, bæði tá tað kemur til sálarliga og likamliga misnýstlu, so hon hevur nakað uppá hjartað, tá ið hon fer á pallin.
Hennara tónleikur er á sera høgum støði og kemur hon sjálvandi við tónleikarum.
Spennandi verður at møta hesi sterku kvinnu á ársins Fjarðafestivali, sum uttan iva verður eitt av hæddarpunktunum á festivalinum.