Svenski staturin vil ikki seta fleiri pengar í skandinaviska flogfelagið SAS. Í staðin er svenski staturin til reiðar at góðtaka, at hann skal eiga minni part av felagnum, sum tí minkar.
Tað upplýsir svenski vinnumálaráðharrin Karl-Petter Thorwaldsson á tíðindafundi í dag sambært svensku tíðindastovuni TT.
– Tey mugu leita eftir pengum aðrastaðni, sigur ráðharrin sambært TT.
SAS, sum er plágað við milliardaskuld, hevur lagt fram eina bjargingarætlan. Eitt stig í henni er, at fleiri milliardir verða settar í felagið.
Eitt einna stig í bjargingarætlanini er, at SAS fer at sannføra lánsveitarar um at fáa partabørv í staðin fyri skuld teirra. Tað vil svenski staturin fegin vera við til, sigur Thorwaldsson.
Svenski staturin er ein av teimum greitt størstu partaeigarunum í SAS mið einum ognarparti upp á 21,8 prosent. Hin stóri partaeigarin við líka stórum parti er danski staturin.
Á tíðindafundinum hevur Karl-Petter Thorwaldsson millum annað grundað svensku avgerðina við, at svenski staturin longu fýra ferðir í hesi øldini hevur verið noyddur at seta pengar í felagið.
Tilsamans er settar 8,2 milliardir krónur í tær fýra ferðirnar.
/ritzau/