Nakrar royndir eru gjørdar, ið skulu forða fyri, at beinagrindsskannarin, sum Landssjúkrahúsið hevur leigað, fer av landinum aftur. Um tær hava verið til gagns ella fánýtis, fer tíðin at vísa. Nú ger Vágs Matmøðrafelag eina roynd. Í einum skrivi heitir felagið á virki, stovnar, fyritøkur, peningastovnar, og einstaklingar í Suðuroynni um at stuðla við eini peningagávu. Men tíðin er knøpp, og hava fólk hug at stuðla, eiga tey at bera skjótt at. Peningurin kann setast inn á konto nr. 1015088 í Suðuroyar Sparikassa og 1607024 í Føroya Banka.