Sea Shepherd sleppur ikki inn um reyðu strikuna

Nú verður kunngerð sett í gildi sum forðar fyri, at skip hjá Sea Shepherd, og onnur skip, ið ætla at forða fyri grindadrápi, ikki sleppa inn um føroyskt sjómark

 

Her til og ikki longur!

 

Nú skulu skip frá Sea Shepherd, og onnur skip, sum hava í hyggju at leggja seg út í grindadráp, ikki longur sleppa inn um føroyskt sjómark yvirhøvur.

 

Nú fer Poul Michelsen, landsstýrismaður nevniliga at seta eina kunngerð í gildi sum gevur Sjóvinnustýrinum heimild at geva skipum forboð at koma inn í føroyskt sjóøki, boðar landsstýrið frá í morgun. 

 

Her er talan um skip, Sjóvinnustýrið metir eru til vanda fyri trygdina á sjónum, eitt nú í samband við grindarakstur. Men eru skip í neyð, verða tey undantikin.

 

- Eitt slíkt forboð fevnir somuleiðis um smærri bátar, ið eru knýttir at skipinum, sigur landsstýrið.

 

Og verður tað neyðugt kann forboðið víðkast til at fevna um ytra sjóøkið. Innara sjóøkið er økið landmegin grundlinjuna, og ytra sjóøkið er økið frá grundlinjuni út á 12 fjórðingar.

 

Fær eitt skip forboð fyri at koma inn um mark, fáa myndugleikarnir í flaggstatinum, har skipið er skrásett, samstundis boð um tað, sigur landsstýrið.