Við á leið 300 gestum ber illa til at siga annað, enn at átakið var framúr væl eydnað, og hjá dómarunum mundi hetta eisini kennast sum eitt sera gott punktum. Teir hava nevnliga gjørt av, at nú eiga feløgini aftur at taka um endan, soleiðis at teir bert verða gestir, tá gallaveitslan vónandi er aftur á skránni í 2009.