Seinasti møguleikin hjá David Moyes

Manchester United hevur ein seinasta møguleika at bjarga kappingarárinum

Manchester United er úti av stríðnum um meistaraheitið. Teir eru so gott sum úti av stríðum um eitt topp fýra pláss, ið gevur atgongd til Champions League komandi ár. Teir eru úti av FA Cup og teir eru úti av Capital One Cup.

 

Seinasti møguleikin hjá David Moyes er nú at vinna Champions League. Havandi gongdina í ár í huga, so tykist tað ikki so sannlíkt, men veruleikin er, at hetta er seinasti møguelikin at vinna nakað í ár.

 

Manchester United skal í kvøld spæla móti Olympiakos úr Grikkalandi, Talan er um fyrru áttandapartsfinaluna. Hin áttandapartsfinalan er millum russiska Zenit og týska Borussia Dortmund. Tann dysturin er longu byrjaður.

 

Champions League – 1/8 finalur:

Í dag:

Olympiakos – Manchester United (19.45)

Zenit – Borussia Dortmund (17.00)

 

Í morgin:

Galatasaray – Chelsea (19.45)

Schalke 04 – Real Madrid (19.45)