Seinastu fimm undankappingardystirnir til Champions League í fótbólti verða spældir í kvøld. Á Cypros skal danska FCK verja 1-0 leiðsluna, sum teir hava móti Apoel Nicosia, ið eisini varð liðið, sum sendi EB/Streym úr kappingini. Hinir fýra dystirnir eru Arsenal-Celtic, Stuttgart-Timisoara, Fiorentina-Sporting og Olympiakos-Sheriff Tiraspol.