Nú verður seinasti møguleiki at uppliva leikin ÓMEGD eftir Kristinu Sundar Hansen. ÓMEGD er bygdur á veruligar hendingar úr bókini “Um bara hann sló meg”, eftir Súsonnu O. Skaale, sum í einum setti harðskap í parlagnum ovast á breddan. Ein leikur um, hvussu menniskju megna at reisa seg og finna vegin úr harðskapi í parlagnum.
Leikurin snýr seg um trý fólk, tvær kvinnur og ein mann, ið siga sínar søgur um teirra lív í við harðskapi í parlagnum, men eisini um, hvussu tey funnu vegin úr harðskapinum. Frásagnirnar í leikinum byggja allar á veruligar hendingar, og siga frá, hvat hendir, tá parlagið fer av kós, og harðskapurin tekur yvir.
Tvær eykasýningar verða sunnukvøldið 1. oktober kl. 18 og týsdagin 3. oktober kl. 19.30