Seks altjóða samtøk við 18 oljufeløgum vilja leita eftir olju

ELF og Phillips hava gjørt samstarvsavtalu um at kanna føroyska økið og Hvíta økið við tí fyri eygað at vera við í útbjóðingum á økjunum

Jan Müller


Tvey av heimsins størstu oljufeløgum, tað amerikanska Phillips og tað franska ELF hava gjørt samstarvsavtalu um at vera við í leitingini eftir olju og gassi á føroyskum øki og í Hvíta økinum millum Føroyar og Hetland.

Avtalan varð undirskrivað 21. mai og fevnir hon um eitt øki 65000 kvkm til støddar í føroyskum øki og í Hvíta økinum. Phillips og Elf fara saman at kanna møguleikarnar at finna olju og gass í hesum stóra øki og ætla eisini saman at lata inn umsókn um at sleppa at bora eftir kolvetni.

Í einum tíðindaskrivi frá feløgunum stendur, at feløgini eru samd um at menna eitt sera neyvt og tætt langtíðar samstarv. Feløgini byggja m.a. hetta nýggja samstarvið á væleydnaða úrslitið frá lisensrunduni í írskum øki í fjør.

Sagt verður, at feløgini ætla sær at vera við í fyrstu lisensrunduni á føroyskum øki, sum er væntast at verða kunngjørd seint í 1998 ella tíðliga í 1999. Hvat viðvíkur fyrstu lisensrunduni í Hvíta økinum, so verður hon tá stjórnirnar í Føroyum og Bretlandi eru komnar ásamt, hvør eigur hvat av økinum.

Við hesum eru ikki færri enn 6 samtøk við 18 oljufeløgum á føroyskum øki. Hesi eru:

1. Statoil, Mobil og Enterprice,

2. Amerada Hess, Lasmo, DONG og Norsk Hydro,

3. Texaco, Conoco og Murphey Oil,

4. Amoco, Fina, Mærsk Olie og Gas og Deminex,

5. Shell og BP,

6. Phillips og ELF

Síðani eru fleiri feløg, sum enn ikki hava kunngjørt alment, um tey fara saman við øðrum feløgum og hvørji hesi eru: Hesi feløgini eru: Arco, Marathon Oil, Saga, Total, Anadarco, Agip og Esso.

Aftrat hesum koma tey bæði føroysku oljufeløgini Atlants Kolvetni (Atlantic Petroleum) og Føroya Kolvetni, sum enn ikki hava gjørt av, hvat oljusamtak tey ætla at fara inn í samstarv við.