Seks stig til Skála ÍF og trý stig til B68

Vit taka samanum teir tríggjar innanhýsis dystirnar millum B68 og Skála ÍF

B68 og Skála ÍF hava leikt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Meistaradeildini hjá monnum í hesum kappingarárinum. 

 

B68 vann fyrsta dystin 2-1, men í øðrum og í triðja innanhýsis dystinum vann Skála ÍF 1-0.

 

Samlaða úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum gjørdist sostatt seks stig til Skála ÍF og trý stig til B68.

 

Samlaða málúrtøkan í hesum trimum dystunum gjørdist 3-2 til Skála ÍF.

 

B68-Skála ÍF 2-1 (1-0) - 15. mars

 

1-0 Ahmed Latif (11.)

 

1-1 Simon Jørgensen (62.)

 

2-1 Hanus Højgaard (87.)

 

Skála ÍF-B68 1-0 (0-0) - 4. juli

 

1-0 Markus Isaksen (88.)

 

B68-Skála ÍF 0-1 (0-0) - 23. august

 

0-1 Markus Hellisdal, br. (76.)

 

Kelda: FaroeSoccer