Selja færri teldur

Altjóða fíggjarkreppan hevur eisini rakt telduhandlarnar. Higartil í ár hava fólk og fyritøkur keypt 18 milliónir færri teldur enn í fjør Tað merkir, at sølan er seks prosent minni enn í fjør, men tað er hóast alt ikki so ringt, sum tær fyrstu metingarnar søgdu, tí sambært teimum fór sølan at minka meiri enn níggju prosent.

Tey marknaðarkønu vænta, aqt sølan fer at veksa aftur út ímóti jólum, og næsta ár vænta tey, at sølan verður heili tíggju prosent størri enn í ár.

Tað eru serliga tær smáu farteldurnar, sum halda sølutølunum uppi. Roknað verður við, at 21 milliónir smáar farteldur verða seldar í ár og 30 milliónir næsta ár, skrivar DR.