Seks meistaraheitið og tvær ferðir steypavinnarar. Níggju silvurmerki og seks bronsukrónur. Tað er ikki hvør sum helst, sum ÍF Føroyar skal dystast við í annaðkvøld. Seinastu árini hava tó verið hampiliga turbolent hjá søguríka felagnum, sum er stovnað í 1886 og telist millum landsins elstu.
Í fjør varð liðið flutt niður í Keypmannahavnarseriuna, sum er ein deild omanfyri deildina, ÍF Føroyar spælir í dagliga. Hetta hendi eftir at felagið hevði havt tað ógvuliga trupult fíggjarliga eitt langt skifti, og endaði við at fara á húsagang. Men so seint sum í 2003 spældi BK Frem í bestu fótbóltsdeildini í Danmark.
Tað eru nú átta ár síðani, og tað eru 70 ár síðani seinasta gullkrónan í bestu deildini kom í hús. Somuleiðis er tað langt síðani, at BK Frem ítróttarliga so væl sum fíggjarliga, hevur verið so langt niðri sum júst nú.
Men søgan fornoktar seg ikki, og tað gera mongu viðhaldsfólkini hjá BK Frem heldur ikki. Hóast liðið nú spælir í fimtubestu donsku fótbóltsdeildini, eru áskoðararnir trúgvir sum trølli. Tað eru sjáldan færri enn 500 áskoðarar til dystirnar, oftast fleiri. Tá flest áskoðarar hava verið til dyst í ár, hevur talið verið 1100. Sjálvt á útivølli fylgja áskoðararnir við, og fyrr í ár vóru 300 áskoðarar við og hugdu.
Spyrt tú fjeppararnar er heldur eingin ivi. BK Frem hoyrir á ongan hátt heima í Keypmannahavnarseriuni. Ein deild, sum ÍF Føroyar spældi í fyri fýra árum síðani. Hetta vilja teir ikki hava sitandi á sær, og tí skal liðið upp skjótast gjørligt.
Av somu orsøk er tað eisini eitt ófrávíkiligt krav, at BK Frem spælir seg víðari í steypakappingini. Hetta gera teir við at vinna á ÍF Føroyum á Valbys Idrætspark klokkan seks lokala tíð í annaðkvøld.