?Fáa vit ikki eina betri veðurtænastu í Føroyum, eri eg púra vísur í, at tað fyrr ella seinni fer at krevja mannalív
So kontantur er Svend Dalfoss, skipari á Sancy.
Sunnumorgunin setti hann seg í sambandi við Sosialin, tí nú er bikarið flotið yvir og hann má sleppa at gera vart við nøkur viðuskifti, sum eru ein spurningur um lív ella deyð hjá føroyskum sjómonnum.
Onki skil á
Ikki minni enn tvær ferðir uppá eina viku er Sancy enda í ódnarveðri, uttan at veðurfrøðingarnir hava dugað at boðað frá tí frammanundan.
Og skiparin á Sancy sigur, at hetta er dagligur kostur hjá føroyskum fiskimonnum.
Hann sigur bart út, at tað er púra onki skil á veðurtíðindunum fyri Føroyar.
? Tað er í heilum, at tað er tvær ferðir so nógvur vindur, sum hann boðar frá.
Fyrru ferð, Sancy kom illa fyri, var síðsta hósdag, tá ið veðurfrøðingarnir boðaðu frá 20-25 metrum um sekundið.
? Eisini veðurkortið vísiti nógvan vind, so vit gjørdu av at fara undir land at kroka, og vit løgdu okkum so undir Nólsoynna, sigur Svend Dalfoss.
? Vindurin varð eisini nógvur.
? Men tá ið hann so sigur hann minkandi vind, gjørdu vit av at sigla suður á Vág, har skipið hoyrir heima
? Men, hvat hendi. Ístaðin fyri at minka vindin, tók hann at veksa, greiðir Svend Dalfoss frá.
? Og tá ið vit vóri komnir suður á Stóru Dímun, var tað beinleiðis ódn við 37 metrum um sekundið av landnyrðingi.
Svend Dalfoss sigur, at teir høvdu átta tímar úr Nólsoy, suður á Stóru Dímun, so ringt var veðrið.
Skiparin á Sancy sigur, at nú um vikuskiftið var aftur sama søga.
? Vit fóru av Vági leygardagin, tí hann segði 15-20 metrar um sekundið av landnyrðingi.
? Men tá ið vit høvdu toga í tveir tímar, var tað brádliga aftur 37 metrar um sekundið.
Hann sigur, at teir komu hálva vegna í neyð av reiðskapinum, tí man skal hugsa seg væl um, áðrenn man sendir fólk út á dekkið at bjarga greiðum í slíkari ódn.
Koma í Havsneyð
Skiparin á Sancy sigur, at hevði hetta verið undantøkini, so var tað, hvat tað var.
? Men tað er tað ikki. Tað er tvørturímóti dagligur kostur, at veðurtíðindini eru so skeiv, sum hesi bæði dømini vísa.
? Og eg ivist onga løtu í, at fyrr ella seinni fara tey óálítandi veðurtíðindini at elva til eina ræðuliga vanlukku.
? Sancy er eitt stórt skip, so hjá okkum verður helst ongin neyð, sum so, tó at tað onki er at gera í slíkum veðri, uttan at royna at bjarga sær undan sum frægast. Men hann hugsar meiri um tey smærru skipini og útróðrarátarnir.
? Vit vita, at tað verður lagt nógv fyri. Og fáa vit ikki meiri álítandi veðurtíðindi, eri eg fullvísur í, at fyrr ella seinni verður tað ein ræðulig vanlukka, sum fer at kosta mannalív.
Álítandi veðurtíðindi er lívsæðrin hjá teimum sum fiska.
Og Svend Dalfoss heldur, tað er ótrúliga langt úti, at vit, sum eru ein fiskivinnutjóð burturav, ikki skulu hava ein veðurfrøðing.
? Tað, sum ein slíkur veðurfrøðingur kostar, fer neyvan at koppa búskapinum í landinum.
Tað hevur verið upplýst, at ein veðurfrøðingur kostar umleið 500.000 krónur um árið. Og tað heldur skiparin á Sancy í øllum førum er ein lítil upphædd at seta mannalív í vága fyri dag og dagliga.
Hann sigur, at frá veðurstøðunum kring landið, ber tað til at fáa veðurtíðindi, sum tey eru í løtuni.
? Men tað er ikki hetta, vit hava brúk fyri. Tað, vit hava brúk fyri, eru álítandi forsagnir.
? Sum er, verða allar forsagnir gjørdar á Danmarks Meteorologisk Instututt í Keypmannahavn
?Hóast tey uttan iva gera eitt gott arbeiði, hugsa tey sjálvandi mest um at gera forsagnir fyri Danmark og økið rundanum.
? Og eg ivist í, hvussu nógvar kreftir verða lagdar í at gera álítandi og neyvar forsagnir fyri Føroyar, sum ikki eru annað enn nakrir smáir blettir á kortinum yvir Norðuratlantshav, sigur skiparin á Sancy.
Hann heitir tí inniliga á myndugleikarnar um at gera eina ordiliga veðurstøð í Føroyum, áðrenn tað verður ein galin endi.