SEV fekk ikki áirnar

Á borgarafundi á Selatrað herfyri fekk Sjóvar kommuna handað skriv frá teimum 33 húskjunum í bygdini um ikki at lata SEV fáa áirnar í bygdini

Snorri Brend

Síðani eru mong onnur mót­mæli komin ímóti ætlanini, sum nú helst verður av ong­um.
– Vit virða avgerðina hjá komm­ununi, og tekur bygd­ar­ráð­ið somu støðu sum bygg­i­nevndin, gera vit heldur ikki meira við hatta málið, sigur Hák­un Djurhuus, stjóri í SEV á heim­asíðu elfelagsins.
Hetta sigur hann í sam­bandi við avgerðina hjá bygg­i­nevnd­ini hjá Sjóvar komm­unu mán­a­kvøld­ið um at mæla bygd­arr­áðnum frá at geva el­fel­ag­num loyvi til at víðka Eiði 2-verkætlanina til eis­ini at fevna um tær fýra á­ir­nar á Selatrað, millum Blás­enda fyri norðan og Gjógv­ará fyri sunnan.