SEV: Forvitnislig vitjan úr Hetlandi

"Í Hetlandi er kostnaðurin sosialiseraður, meðan vinningurin er privatiseraður", segði Hannah Mary Goodlad. Hon greiddi eisini frá, at í Hetlandi standa uml. 110 vindmyllur kring oyggjarnar, sum útlendskir eigarar reka, men orkan frá hesum vindmyllum kemur ikki inn á netið í Hetlandi.

Hanna Mary Goodlad, John Goodlad og Laurie Goodlad úr Hetlandi, sum eru í Føroyum fyri at leita sær íblástur, hava eisini vitjað Sev. Ferðalagið hevði stóran áhuga í at hoyra m.a. um, hvussu føroyska elskipanin er uppbygd, hvussu netið verður stabiliserað, og hvussu undirtøkan fyri vindmyllum er í Føroyum.

 

Hetta skrivar sev.fo.

 

"Í Hetlandi er kostnaðurin sosialiseraður, meðan vinningurin er privatiseraður", segði Hannah Mary Goodlad. Hon greiddi eisini frá, at í Hetlandi standa uml. 110 vindmyllur kring oyggjarnar, sum útlendskir eigarar reka, men orkan frá hesum vindmyllum kemur ikki inn á netið í Hetlandi. Hon fer beina leið inn á meginlandið í Skotlandi og víðari suðureftir, meðan elframleiðslan til hetlendsku oyggjarnar er góð 80% olja og smá 20% vindorka frá smærri lokalum vindmyllum umframt eitt sindur av sjóvarfalsorku.

 

Hannah Mary Goodlad stillar upp til parlamentsvalið komandi ár, og júst orkuøkið er eitt av hennara hjartamálum. Hon nýtti høvið til at gera samrøðu við Hákun Djurhuus, stjóra, um munirnar millum elskipaninar í Føroyum og Hetlandi.