Samtakið við MT Højgaard og J&K Petersen átti lægsta tilboð upp á syðra partin av Eiði-2. Tilboð er 20 milliónir bíligari enn kostnaðarmetingin. SEV skrivar á heimasíðu sínari, at arbeiðið varð boðið út í innbodnari lisitatión við fimm luttakarum.
Byggifeløgini MT Højgaard og J&K Petersen hava lægsta tilboð uppá arbeiðið at gera sunnara partin av Eiði 2 verkætlanini hjá elfelagnum SEV.
Norðari parturin av Eiði 2 vatnorkuútbyggingini er um at vera liðug. Hesum partinum av arbeiðnum hava byggifeløgini MT Højgaard og J&K Petersen staðið fyri. Byggifelagið Kanjon hevur gjørt áarinntøkini.
Eiði 2 Norður kostar umleið 62 mió. kr., og er hetta eisini heldur minni enn upprunaliga mett.
Arbeiðið at gera Eiði 2 Suður fevnir um ein 8,6 kilometrar langan vatntunnil við tilhoyrandi áarinntøkum úr Skálagjógv, omanfyri Norðskála, og suður ímóti Selatrað.
Samanlagt fer Eiði 2 verkætlanin at økja um vatnorkuna hjá SEV á Eiði við umleið 16 miljónum kilowatt-tímum aftrat teimum 40 miljónunum, sum Eiðis-verkið framleiðir frammanundan.
SEV hevur við góðkenning frá Fíggjarmálaráðnum gjørt avtalu við Íleggingargrunnin fyri Føroyar um at læna 218 mió. kr. úr grunninum til alla Eiði 2 verkætlanina.
Nevndin í SEV hevur valt eina bygginevnd at hava eftirlit við arbeiðnum. Í henni eru: Steinbjørn O. Jacobsen, formaður, Marin Katrina Frýdal, Pauli T. Petersen og Hákun Djurhuus.
Henning Jacobsen, verkfrøðingur, er byggileiðari.