SEV sparir: 9 fólk uppsøgd

Í ár skal SEV spara 10 milliónir krónum í rakstrinum. Ein avleiðing av hesum eru fleiri uppsagnir.

Leiðslan hevur mett um, hvørjar uppgávur kunnu umskipast, hvørjar kunnu útsetast, og hvørjar kunnu niðurleggjast. Herumframt hvussu málið í aðrar mátar við at minka um ætlaða hallið í rakstrinum fyri 2012, kann røkkast.

- Tað hevur fyrst og fremst verið hugt eftir, hvussu sparast kann uttan at siga fólk úr starvi, men tíverri slepst ikki undan at siga starvsfólkum upp, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Felagið hevur tí í dag handað ætlanarskriv til tey starvsfólk, sum onkursvegna verða ávirkað av møguligum uppsagnum. Hesi eru 9 í tali.

Eftir ætlanini fevna broytingarnar um samskiftisdeildina, verkfrøðingadeildina, debitorbókhaldið, móttøkuna, reingerð, kundamóttøkur í Vestmanna og í Klaksvík og rakstrardeildina.

SEV fer eisini at minka um bústaðirnar og gera aðrar broytingar, soleiðis at málið um sparingina í ár kann røkkast.

- Samstundis, sum ætlanin er at fremja broytingar á teimum ymisku deildunum, verða ymiskar rakstraruppgávur útsettar og gevur hetta eina minni útreiðslu uppá einar fýra milliónir krónur, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.