- Sex, fáfongd og kapping alneyðug

Hví brúka kvinnur (og menn onkuntíð) smyrsl? Hvussu ber tað til, at øll keypa somu Kahler vasarnar til heimið? Hvat sker við øllum tattoveringunum?

 

 

- Ja, spyrt tú víðagitna granskaran Henrik Høgh Olesen, so er orsøkin einføld. Tað estetiska, tað vakra, er altavgerandi fyri okkum menniskjadjór, skrivar heimasíðan hjá Reinsarínum. 30. juni er ein fyrilestur við hesum heitinum í Reinsarínum, og tað er granskarin Henrik Høgh Olesen, sum skipar fyri út frá bók hansara við heitinum "Det estetiske menneskedyr". 

 

 

Henrik Høgh Olesen er ein av førandi serfrøðingunum innan atferðargransking og professari í persónleika og sosialari sálarfrøði. Hann hevur ferðast kring knøttin og sett seg inn í hesa famøsu pyntisjúku, sum vit øll eru smittað við so ella so.

 

 

- Og hann prógvar við síni gransking, at estetikkur er grundevnið / frumevnið í lívsins stóru hæddarpunktum. Estetikkur er annað enn skræða, munaleyst pynt og tíðarspilla, skrivar heimasíðan

 

 

Hann er komin til hesa niðurstøðu, at tann estetiski impulsurin er ein innari drívmegi í okkum menniskjum, sum er eins natúrlig og tað at eta ella sova.

 

 

- Tá vit gera okkum ómak og úttrykkja okkum estetiskt, signalera vit lívsmegi, yvirskot, sosialan status, intelligens og góðar ílegur. Estetisk atferð økir lívsdygdina og gevur okkum fyrimunir í mun til onnur menniskjadjór, sum vit kappast við, skrivar Reinsaríið.