ÍSF-forseti í fjórðingsøld

Í farna mánað vóru tað 25 ár síðani, at Heðin Mortensen bleiv valdur til forseta í Ítróttarsambandi Føroya. Hesi 25 árini er nógv hent innan føroyska ítrótt, og Heðin Mortensen dylur ikki fyri, at tað hevur verið bæði ein spennandi og turbulent tíð.

Tað var tann 4. mars í 1980, at Heðin Mortensen avloysti Jógvan Arge sum formann í Ítróttarsambandi Føroya. Undan hesum hevði Heðin í eina tíð verið skrivari í ÍSF. Hetta var ein tíð, har nógv hendi innan føroyskan ítrótt. Beint undan aðalfundinum hjá ÍSF á vári 1980 hevði nevnliga ein tann størsta einstakaítróttarhendingin nakrantíð í Føroyum verið á skránni, tá ið skip-að var fyri CHM í manshondbólti.
Umskipaðu ítróttina
Heðin Mortensen greiðir frá, at eitt tað fyrsta átakið, ið hann saman við øðrum fór undir, var fullkomiliga at broyta lógir og viðtøkur fyri ÍSF. Høvuðsendamálið við lógarbroytingunum var at tillaga ÍSF til tey krøv, ið vóru neyðug, um føroyskur ítróttur skuldi fáa bæði norðurlendska og alheims viðurkenning.
Hetta hevði við sær, at ítróttarsambandið fekk ein heilt annan bygnað, og samstundis var hetta startskotið til, at teir einstøku ítróttargreinarnar fingu síni egnu sersambond.
Tað var bara Fótbóltssamband Føroya, ið var sett á stovn, áðrenn bygnaðarbroytingarnar í ÍSF í 1980. FSF var sett á stovn árið fyri, men tað gekk ikki long tíð, so vóru sersambondini væl fleiri í tali, og í dag eru tey 15.
Teir fimtan formenninir í teimum ymsu sersambondunum manna saman við teimum trimum starvsnevndarlimunum í ÍSF aðalstjórnina í Ítróttarsambandi Føroya.
- Tað var ein munandi lætti fyri leiðsluna í ÍSF, at bygnaðurin bleiv broyttur soleiðis, at øll sersambondini komu. Hetta hevði við sær, at tann fíggjarliga ábyrgdin bleiv býtt út til tey ymsu sersambondini, og hvør ítróttargrein fekk eina starvs-nevnd, sum burturav arbeiddi fyri júst hesi ítróttargrein, greiðir Heðin Mortensen frá.
Vantandi olympiski limaskapurin
Eitt av hjartamálunum hjá Heðin Mortensen hevur eisini verið at fingið Føroyar innlimaðar í altjóða olympiska felagsskapin IOC.
Longu í 1980 var olympiska nevndin sett á stovn, og Heðin Mortensen var sjálvur triði í fyrstu nevndini saman við Niels Juul Arge, ið var formaður og Tórmóði Djurhuus.
- Tá vóru nýggju lógirnar smíðaðar og tillagaðar, soleiðis at vit kundu lúka tey krøv, ið vóru sett til limir í altjóða ítróttarsambondum, so sum IOC. Vit sendu tí eina umsókn um olympiskan limaskap beinan vegin, men enn tann dag í dag hava vit ikki fingið svar upp á hesa umsókn, hóast vit fleiri ferðir hava roynt at fáa eitt endaligt svar, greiðir ÍSF-forsetin frá.
- Hetta er einasti altjóða limaskapurin, ið vit mangla. Fyri mær tykist tað sum um, at IOC ikki vil hava smátjóðir við. Øll hini norðanlondini stuðla okkara umsókn um limaskap í IOC, og vit hava gjørt øll møgulig átøk fyri at fáa IOC at ganga umsóknini á møti uttan úrslit, sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir á, at til dømis var herfyri gjørdur ein bóklingur, ið millum annað hevði til endamáls at vísa leiðsluni í IOC, at Føroyar hevði limaskap í øllum møguligum øðrum ítróttarsamgongum, so sum FIFA og EHF. Í bókling-inum boða fleiri kendir persónar og felagsskapir frá, at teir stuðla føroysku umsóknini. Millum teirra, ið bakka upp um føroyska limaskapin í bóklinginum, er danski forsætismálaráðharrin Anders Fogh Rasmussen.
- Tað seinasta trekkið, um eg so má siga, ið IOC hevur gjørt, er, at teir nú seta sum krav, at fyri at gerast limur í IOC skal umsøkjari eisini verða limur í ST, sum vit jú ikki eru. Hetta verður óivað gjørt sum ein forðing fyri, at ov nógvar smátjóðir verða innlimaðar. Vit kunnu tó í sambandi við okkara umsókn vísa á, at hoð varð send inn fyri fleiri árum síðani, langt áðrenn ST-klausulurin bleiv ásettur, greiðir Heðin Mortensen frá.
Veddingin er eitt slag av eini lívsæðr
Spurdur hvørji mál, sum eru framd hesi 25 árini, ið Heðin Mortensen hevur sitið sum ÍSF-forseti, hava havt størst týdning, er Heðin ikki í iva.
- Um vit hugsa út frá einum reint aktivum sjónarmiði, so er eingin ivi um, at oyggjaleikirnir hava verið tað størsta framstigið fyri føroyskan ítrótt, tí har hava vit fingið ein møguleika at kappast við aðrar smátjóðir á einum hóskandi støði. Eisini er vert at hava í huga, at tá ið oyggjaleikir eru, fara vit avstað við einum stórum bólki av ítróttarfólki og leiðarum, og tá fáa vit sjálvsagt bólkaprísir í sambandi við ferðing og annað. Hetta gevur ein nógv lægri prís fyri tað einstaka ítróttarfólki, enn hvat tað hevði verið, um til dømis flogbólturin fór avstað til onkra kapping við til dømis 15 fólkum, greiðir Heðin Mortensen frá.
Tó heldur Heðin Mortensen, at tað einstaka málið, ið hevur havt størst týdning fyri føroyska ítrótt seinnu mongu árini, er uttan iva málið um ítróttarveddingina.
- Gamaní standa vit á fíggjarlógini, men tann játtanin, ið vit fáa frá tí almenna, er ikki hækkað seinastu 15 árini, og tað er einki at ivast í, at fingu vit ikki veddingarpengarnar, so vóru als ikki komin so langt innan ítróttina her heima, heldur ÍSF-forsetin.
- Vit høvdu føroysku ítróttarveddingina, men hon kundi als ikki bera seg, og tí valdu vit heldur at fara upp í tí donsku skipanina. Tað lá leingi í ting-inum, og heilt nógvir tinglimir vóru ímóti, at vit fóru upp í donsku skipanina. Tíbetur tordi Edmund Joensen, ið tá var løgmaður og hevði ábyrgd av lógarmálum, at skera ígjøgnum og fáa lógina broytta, soleiðis at hetta bar til, sigur ÍSF-forsetin.
- Tá ið tað so vísti seg, at hetta gav heilt fitt av pengum, var tónin ein annar á tingi, og tá vóru tað brádliga allir møguligir felagsskapir, ið skuldu hava ein bita av køkuni. Eg hevði ætlað, at ítrótturin skuldi fáa umleið 80 prosent av veddingarpengunum, men vit fáa bara 60 prosent. Hetta svarar til, at vit fáa umleið fimm milliónir árliga til føroyskan ítrótt, og tað er einki dulsmál, at hesir pengar eru eitt slag av eini lívsæðr hjá føroyska ítróttinum, heldur Heðin Mortensen.
Døpur útlit fyri oyggjaleikum í Føroyum
Eitt mál, ið ítróttaráhugaðir føroyingar mangan hava á orði, er nær oyggjaleikir aftur verða í Føroyum. Oyggjaleikirnir hava bert verið í Føroyum tí einu ferðina. Tað var í 1989, tá ið tær triðju oyggjaleikirnir vóru á skránni.
Síðani tá er nógv broytt, og fleiri av teimum ítróttargreinum, ið tá vóru við, eru ikki við longur, og aðrar eru komnar ístaðin.
- Um so er, at vit skulu hava oyggjaleikir aftur í Føroyum, so krevur tað rættuliga nógvar pengar. Millum annað skal frælsur ítróttur verða við, og í løtuni hava vit ikki neyðugu umstøðurnar til frælsan ítrótt her heima. Tórshavnar Býráð hevur tó eina ætlan um at gera eina rennibreyt við ringvegin nærhendis ítróttarøkinum í Gundadali, og fyribils eru fimm milliónir settar av til hetta endamál, greiðir ÍSF-forsetin, ið eisini er borgarstjóri í Havn, frá.
- Eisini hevur riffulskjóting vunnið nógv fram á oyggjaleikunum, tí hetta er ein ítróttargrein, ið er sera væl dámd á kanaloyggjunum, men vit hava ikki umstøður til at hava kappingar í hesi ítróttargrein í verandi líki, sigur Heðin Mortensen.
- Somuleiðis krevja ítróttarfólkini nógv betur gistingarumstøður nú enn áður. Tá ið leikirnir vóru í Føroyum í 1989, gistu ítróttarfólkini á skúlum og líknandi, men í dag verður tað kravt, at gistingin fer fram á gistingarhúsi ella á líknandi støði. Havandi í huga at eini 3.000 ítróttarfólk og áskoðarar vitja í sambandi við leikirnar, noyðast við at staðfesta, at hesir karmar eru ikki í lagi her á landi, greiðir ÍSF-forsetin frá.
Heðin Mortensen leggur afturat, at vóru hesar umstøður í lagi, so vóru leikirnir í ár í Føroyum, men av tí at karmarnir ikki vóru til staðar, so noyddist ÍSF at takka nei, og ístaðin fór Hetland avstað við leikunum.
Knýtt nógv vinarbond
Heðin Mortensen er tann av for-setunum í teimum norðurlendsku ítróttarsambondunum, ið hevur sitið longst. Formaðurin í Dansk Idræts Forbund, Kai Holm, hevur eisini sitið rættuliga leingi, men ikki líka leingi sum Heðin.
- Tað hevur verið ein stuttlig og spennandi tíð, og eg havi knýtt ómetaliga nógv vinarbond við fólk innan ítróttina í Norðanlondum serliga. Ikki minst hava Kai Holm, formaður í Danmarks Idræts Forbund, og eg verið vinmenn í nógv ár, men eisini í Íslandi og Svøríki hava bæði eg og konan, Hjørdis, knýtt nógv vinarbond. Ein annar, ið eg havi hug at nevna, er Preben Kragelund, ið er formaður fyri Team Danmark.
Hvussu nógv ár, ið Heðin Mortensen fer at sita afturat sum forseti í ÌSF, er ilt at meta um, men alt bendir á, at sersambondini eru væl nøgd við hansara avrik, tí bert tvær ferðir hesi 25 árini hevur nakað mótvalevni verið til formansskapin, og báðar ferðir hevur Heðin vunnið atkvøðugreiðsluna.