Shu-bi-dua og Co skulu á flot

Áhugin fyri konsertini við kenda danska tónleikabólkinum Shu-bi-dua er stórur. Yvir helvtin av atgongumerkjunum eru longu seld, og Alive Music roknar við, at høllin á Hálsi verður fullsett fríggjakvøldið 5. november. Shu-bi-dua gleðir seg at koma hendavegin, og teir hava millum annað spurt um tað ber til at sleppa á flot

At fyrireika eina konsert í Føroyum við bólkinum Shu-bi-dua snýr seg ikki bert leidningar og hotelrúm. Skemtiligu tónleikararnir, sum hava spælt saman í 26 ár, vilja sleppa at síggja eitt sindur av landinum. Teir spurdu beinanvegin, um tað bar til at fara eftir eggum!? Tað bleiv tó sagt teimum, at hetta ikki var vanligt. Teir spurdu síðani um teir kundu sleppa at skjóta haru, men fyrireikararnir hildu, at tað ikki var ráðiligt at sleppa 20 óroyndum dønum út í hagan við byrsu. Semja bleiv síðani gjørd um, at ferðaliðið hjá Shu-bi-dua sleppur ein túr í fjørðin við opnum báti fríggjadagin 5. november. Ætlanin er so seinni hendan dagin at borðreiða við tí, sum bítir á - um nakað er at fáa væl at merkja.

Shu-bi-dua skulu eisini vitja í Kirkjubø, og samanumtikið kann sigast, at tónleikararnir gleða seg eins nógv at síggja Føroyar og teir gera at sleppa at spæla. Teir verða í landinum í fýra dagar. Hetta er fyrstu ferð at Shu-bi-dua vitjar í Føroyum. Teir mangla bert at spæla í Føroyum og Grønlandi, so hava teir verið runt í øllum Norðurlondum.

Tað vóru serligar umstøður, sum gjørdi, at Shu-bi-dua hevði tíð at koma til Føroyar í ár. Vanliga plaga teir at fara til Australia um hesa tíðina. Tað hava teir gjørt hvørt ár í longri tíð, men í ár høvdu teir gjørt av at verða verandi í Danmark. Tí játtaðu teir at spæla fyri føroyingum, og í sambandi við ferðina, koma fleiri av teimum fólkum, sum vanliga taka sær av skrivstovuarbeiðinum hjá bólkinum við til Føroyar. Millum annað stjórin hjá teimum, Henrik Seifert, sum er rættiliga áhugaður í at síggja og hoyra føroyskar tónleikabólkar. Í sambandi við hetta ynski, skal harkaliðið hjá Shu-bi-dua í Kaggan hóskvøldið 4. november at lurta eftir Tangz.

Í sambandi við konsertina, hevur føroyingurin Petur Magnus Bjarnastein gjørt ein guitar. Hansara guitarar sigast at vera serliga góðir at spæla uppá, og tað er meiningin at bjóða guitarleikarunum í Shu-bi-dua at spæla nøkur løg á konsertini við hesum guitari. Tað er ikki ætlanin at geva Shu-bi-dua guitarin hjá Petur Magnusi, men tað stendur teimum í boðið at keypa hann, um teir hava hug. Konsertin við Shu-bi-dua byrjar fríggjakvøldið 5. november klokkan 20. Føroyski bólkurin Dynamit 2000 hitar upp og dyrnar lata upp klokkan 19.30.

Teir ið mannað Shu-bi-dua á føroyaferðini eru: Michael Bundesen - sang, Claus Asmussen - guitar, Jørgen Thorup - ljóðborð, Ole Kibsgaard - guitar, Peter Andersen - trummur og Kim Daugaard - bass.