Siga frá seinnu FM-hálvfinalunum í manshondbólti

Dysturin H71-VÍF verður spældur klokkan 16, og dysturin Neistin-Kyndil verður spældur klokkan 18

Tað eru tvey heimalið sum skulu reisa seg í 2. FM-hálvfinalunum í manshondbólti.

Klokkan 16 spæla H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini. VÍF vann 1. FM-hálvfinaluna 33-22, so H71 hevur ryggin ímóti múrinum.

Klokkan 18 tekur Neistin ímóti Kyndli. Kyndil vann 1. FM-hálvfinaluna 24-21, og trýst er tí á Neistanum.

Í FM-hálvfinalunum verður spælt best av trimum dystum.

Sjúrður H. Hoydal sigur frá báðum FM-hálvfinalunum á FM1. Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.

Ljóðsamrøður koma út á in.fo í kvøld.