Siglandi festivalur

Í døgunum 26-28. juni verður ein spennandi ungdómstúrur umborð á Norrönu. Í hesum døgum leggur Elin Hentze í Stórustovu, samskipari, saman við Smyril Line seinastu hond á alskyns tiltøk, ið verða á skránni á ungdómstúrinum.

Hetta er triðju ferð Smyril Line skipar fyri slíkum ungdómstúri. Í fjør var túrurin í skúlatíð, men í ár er hann á skránni júst tá skúlin er liðugur:
 
- Á henda hátt kunnu øll fara róliga avstað, tí tá eru próvtøkurnar lidnar, skúlin liðugur og summarfrítíðin byrjað. Tað er vert at hátíðarhalda, sigur Elin Hentze í Stórustovu.
 
Elin váttar somuleiðis, at fyrireikingarnar ganga sera væl, men at enn eru øll tiltøkini ikki kunngjørd:
- Vit hava longu avdúkað nøkur tiltøk, men í næstum fara vit at avdúka enn fleiri spennandi tiltøk, sigur Elin og leggur afturat, at umborð á hesum ungdómstúrinum nýtist ongum at keða seg:
 
- Tað verða tiltøk á skránni allan túrin. Um dagin fara eitt nú bólkar og einstaklingar at spæla í uttandurabarrini  Skybarrini, Saranja Hammer fer at undirvísa í kickboksing og aerobic á dekkinum, og í Skybarrini fer hon at undirvísa í salsa. Eisini verða tvær hárfríðkanarkvinnur við umborð, ið eitt nú fara at sveisa hár í alskyns litum uppí. Og til teirra, ið ynskja at taka sær av løttum um dagin, verður ein vakurleikafrøðingur, sum fer at gera andlitsviðgerðir og at leggja make-up. Um kvøldið frá klokkan 21 og út á morgunin verður eitt rimmar gildi við eitt nú Showmonnum, DJ Tummix, Skunk og øðrum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$16 ára aldursmark
Á ungdómstúrinum er 16 ára aldursmark, og øll ung undir 18 ár skulu hava váttan frá foreldrum/verja fyri at kunnu luttaka á túrinum:
- Vit leggja stróran dent á at skipa túrin 100% áðrenn vit fara avstað - eitt nú koma nóg mikið av vaktum og starvsfólkum við, leggur Elin at enda afturat.
 
Í løtuni ber til at bíleggja sær ein ferðaseðil til ungdómstúrin fyri bert 370 krónur. Prísurin er galdandi fyri eitt ferðafólk í couchettu, men eftir 15. mai kostar ferðaseðilin meira.