Í vikuni gjørdu Sigurdjan Sigvardsen og Demich avtalu um hitapumpu og eftirlit við hitapumpuni komandi árini.
- Avtalan var serlig, tí hetta var kundaavtala nummar 1.000 við serliga tænastusáttmálanum, sum Demich hevur bjóðað sínum kundum seinastu árini.
Tað sigur Demic í tíðindaskrivi í dag.
Lagt verður aftrat, at eftirspurningurin eftir grønum hitaloysnum veksur skjótt.
- Hesin merkisdagurin vísir, at kundar kenna seg tryggar við okkara tænastu, sigur Anja Rein, stjóri í Demich.
Hon vísir á, at stóri kundaskarðin við serliga tænastusáttmálanum fær fimm ára garanti fyri Vølund hitapumpurnar, og Demich kannar umhvørvisgóðkendu hitapumpuna hvørt ár.
##med2##
- Soleiðis fáa kundarnir eisini vissu fyri, at skipanin koyrir so væl og bíliga, sum hon eigur.
Lógarkravda hitapumpueftirlitið er eisini fevnt av árligu avtaluni, sum Demich bjóðar.
Stutt hátíðarløta var á Demich í Stiðjagøtu í Havn seinnapartin, har Sigurdjan Sigvardsen sum kundi nummar 1.000, fekk blómutyssi og gávu.
##med3##