Sildaskipini eru komin longur suður at royna

Sildaskipini, sum hava roynt norðuri á 72 gradum, eru nú komin longur suður at royna. Í morgun liggja Norðborg, Christian í Grótinum og Jupiter eystur úr Dalatanga á 66 graðum N og 7-8 gradum V - ella beint norður úr Føroyum, nógv íslensk skip eru á somu leið, eisini eru nøkur russisk skip á leiðini, har føroysku skipini royna.

Í farnu viku høvdu føroysku skipini rokfiskiskap norðuri á 72, men tað ljóðaði at sildin var størri, sum íslensku skipini fingu eystur úr Íslandi, so føroysku skipini leitaðu suðureftir.

Fríggjadagin og leygardagin var smáligur fiskiskapur, tað er einki at frætta frá skipunum í morgun, men tey liggja tøtt, beint eystur úr Dalatanga, í gjár hevði Norðborg 630 tons av frystum sildafløkum, Norðborg partrolar við Christian í Grótinum.