Sild
Týsdagin var nótaskipið, Saksaberg, á Kollafirði við eini 60 tonsum av sild, sum teir høvdu fingið í einum kasti á Sandoyarbankanum.
Hetta var góð og púra fesk sild, sum teir løgdu upp hjá Kollafjord Pelagic.
So skjótt, sum sildin byrjaði at koma inn á virkið, fóru
bondini at mala, og fólk stóðu á hvør sínum "posti" á stóra virkinum.
Ikki óvanligt
Tað er ikki á hvørjum degi, at sild fæst í føroyskum sjógvi, men hetta er heldur ikki óvanligt.
Fiskirannsóknarstovan var í gjár í holt við at kanna, hvaðani sildin, sum Saksaberg fekk á Sandoyarbankanum, stavar, og væntandi komu tey til eitt fyribils úrslit seinni í gjár.
Tað er Jan Arge Jacobsen, sum vegna stovnin stendur fyri hesum kanningum.
Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, sigur, at føroysk nótaskip av og á fáa sild á eitt nú Sandoyarbankanum og Suðuroyarbankanum, men tað kunnu vera ár ímillum.
- Um skipini, sum eru á veg til fiskiskap ella til lands, síggja nakað, plaga tey at kasta.
Hann vísir á, at fyrst í nítiárunum fekst nokso fitt av sild á bankunum eystanfyri og sunnanfyri.
- Soleiðis fingu føroysk skip eini 16.000 tons av sild á hesum leiðum í 1990, sigur hann.
Hjalti sigur, at hetta var sonevnd hetlandssild.
- Tað mest vanliga er, at skipini fáa hetlandssild ella norðsjóvarsild har suðuri í føroyskum sjógvi.
Spurdur, hvussu støddin vanliga er á slíkari sild, sigur hann, at hetta veldst um, hvussu gomul hon er.
- Ofta er tað soleiðis, at tað er tann gamla og harvið tann størsta sildin, sum ferðast longst ? ella av leið, um vit so kunnu siga. Tí verður tað ofta stór sild, sum fæst í føroyskum sjógvi, sigur Hjalti.
Ikki so einfalt
Tá ið Sosialurin tosaði við Hjalta fyrrapartin í gjár, vóru fólk frá Fiskirannsóknarstovuni við Jan Arge Jacobsen á odda í holt við at kanna sildina, sum Saksaberg fekk.
Hjalti væntaði, at stovnurin seinnapartin í gjár kundi koma við eini fyribils meting um, hvaðani sildin stavar.
- Men hetta er ein torfør tíð av árinum at staðfesta kynsbúningina hjá sildini.
Hann vísir á, at norðhavssildin gýtir í mars, og rognini byrja tískil ikki at búnast fyrr enn í desember. Hetlandssildin gýtir í august/ september, og hjá báðum hesum stovnunum eru rogn og sil sostatt í eini hvílistøðu, sum hann tekur til.
- Tí kann vera torført at síggja á rognum og silum, um talan í hesum førinum er um várgýtandi ella heystgýtandi sild, sigur Hjalti.
Men teir, sum fáast við at kanna fisk og náttúru, standa tó ikki á berum, hóast sildin antin longu hevur gýtt ? ella ikki gýtir fyrr enn aftur til várs.
- Vit fara eisini at telja geislarnar í sildini, tí eitt nú hevur norðsjóvarsildin færri geislar enn norðhavssildin, sigur Hjalti.
Vár-og heystgýtandi
Hjalti í Jákupsstovu vísir á, at talan er um tríggjar høvuðsstovnar av sild her um okkara leiðir.
- Í fyrsta lagi hava vit tann stóra stovnin av norðhavssild, sum er várgýtandi. Hetta er tann stovnur, sum vit serliga fiska av um várið og um sumrarnar. Sildin heldur serliga til norðanfyri og í Norskahavinum. Síðan hava vit íslandssildina, sum er undir Íslandi alt árið. Hetta er heystgýtandi sild. At enda hava vit norðsjóvarsildina, sum er í Norðsjónum og eisini er heystgýtandi sild.
Hann heldur, at sildin, sum Saksaberg fekk á Sandoyarbankanum, kann vera ein av øllum hesum, men í gjáramorgunin vildi hann ikki geva nakað boð uppá, hvaðani sildin stavar.
- Ein sildatorva kann altíð villast av leið, um vit so kunnu siga. Tað er einki "forgjørt" í hesum, sigur leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni, Hjalti í Jákupsstovu, at enda.