Tað gekk upp á stás hjá teimum báðum føroysku svimjarunum, Alva Hjelm og Óla Mortensen, í finalunum í svimjikappingini Trofeu CN Sabadell. Alvi Hjelm vann í 200 blandað bronsuheiðursmerki við tíðini 2:08.89, og Óli Mortensen vann við 15:44.11 í 1500 frí eitt silvurheiðursmerki í teirri greinini.
Hetta er næst besta tíðin hjá Alva Hjelm í 200m blandað. Besta tíðin er 2:08.13 frá Danish Open 2016, meðan næst besta til nú var 2:08.98 frá HM í Kazan í 2015.
Óli Mortensen svam inn til sína trið skjótastu tíð higartil. Besta tíðin hjá honum er 15:37.77 í 1500 frí, frá HM í Budapest í fjør summar, og hin næst besta 15:38.41 frá Danish Open 2016, meðan hin trið besta til nú var 15:45.66 frá Danish Open 2017.
Umframt hetta var tíðin hjá Óla Mortensen undir kravtíðina til EM 2018 í Glasgow í august.
- Tað gongur sostatt alvorliga rætta vegin hjá teimum báðum, nú teir longu í mars svimja niður ímóti hesum bestu tíðum hjá sær, sum annars typiskt verða settar á HM ella avgerandi úttøkustevnu, skrivar svimjing.com.