Øsing í samgongu

TAÐ er einki dulsmál, at tá talan er um skerjingar ella sparingar á sjúkrahúsøkinum, so er tað nakað, sum nívur fast hjá ikki bert sjúklingum og starvsfólkum, men ikki minst hjá politikarunum. Og her serliga, tá talan er um skerjingar á teimum smærri sjúkrahúsunum, og tá ikki minst á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

TAÐ er ikki lukkuligt, sum tað leikar á í samgonguni í hesum døgum. Málgagnið hjá stjórnarflokkinum, sum kom út á gøtuna í gjár, er ikki tespiligur lesnaður, verður hugsað um at hava eitt gott stev eini samgongu, sum m.a. skal føra Føroyar út á fullveldisleið - og tað helst í innanhýsis sátt og semju.



TAÐ er einki dulsmál, at tá talan er um skerjingar ella sparingar á sjúkrahúsøkinum, so er tað nakað, sum nívur fast hjá ikki bert sjúklingum og starvsfólkum, men ikki minst hjá politikarunum. Og her serliga, tá talan er um skerjingar á teimum smærri sjúkrahúsunum, og tá ikki minst á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.


TAÐ er óneyðugt at siga tað her, men lat okkum bara endurtaka, at er tað nakað, sum setur eld í í Klaksvík, so er tað nettupp, um nakar so mikið sum rørir við teirra sjúkrahús. Tí er tað altíð politiskt spreingistoff bara so mikið sum at nerta við Klaksvíkar Sjúkrahús, antin tað so er uppá sítt pláss ella ikki. Hetta vita øll.


TAÐ gav at bíta, tá fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram nú um dagarnar. Har eru m.a. skerjingar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og longu nú eru tvey av løgtingsfólkunum hjá fólkaflokkinum farin á barrikadurnar. Úttalilsini hjá eitt nú Jógvan við Keldu um samtarvsfelagan í Tinganesi, Helenu Dam á Neystabø, eru sera hørð og miskunnarleys. Nú kann ein sjálvandi siga, at hetta eru bara orð og tey verða skjótt gloymd. Hinvegin er tað tó ein spurningur, hvat ein landsstýriskvinna kann góðtaka av niðurgerandi kritikki frá einum av ?sínum egnu?.


LANDSSTÝRISKVINNAN vísir til teir karmar hon hevur fingið at arbeiða undir frá fíggjarmálaráðharranum. So kann ein sjálvandi loyva sær at gita ella at gera tað tankaeksperiment, at sum tøkk fyri seinast letur landsstýriskvinnan avgerðina hjá fíggjarmálaráðharranum at skerja sítt málsøki ganga út yvir ?økið? hjá fíggjarmálaráðharranum, sum aftur fevnir um Klaksvíkar Sjúkrahús. Ein kann so spyrja, um hetta málið fer at fáa nakrar avleiðingar fyri fíggjarlóg ella fyri samgonguna fyri tað? Neyvan. Slíkt hoyrir eini fíggjarlógarviðgerð til, og neyvan er heldur tað seinasta orðið sagt um aðrar partar av fíggjarlógini heldur. Hinvegin er greitt, at her er talan um so eldfimt mál, at eingin skal blíva kløkkur, um tað fer at fáa avleið-ingar so ella so fyri fullveldisdebattina komandi.