Í samband við aðalfundin hjá Sinnisbata leygardagin 8. mai verða hesi mál umrødd:
Súsanna Olsen, stjórnmálafrøðingur (cand.scient.pol.) og dagligur leiðari á Daglonini á psykiatriska deplinum, fer at umrøða evnið ”at koma fyri seg” (recovery)
Tórmóður Stórá,serlækni í psykiatri fer at tala um neyðugar broytingar á sálarliga økinum og umrøða nýggjar hugsanir innan sjúkrahúsøkið, soleiðis at Landssjúkrahúsið hýsir bæði likamliga- og sálarliga sjúkum.
Felagið Sinnisbati ynskir allarbestu umstøður fyri sálarliga økið. Kærkomið hevði verið um ein góð og neyðug loysn varð framd skjótast gjørligt.
Kjakast hevur verið um álitið um heildarpsykiatri síðani 2002.
Ein sálarheilsuætlan má gerast fyri allar Føroyar, soleiðis at fólkið, sum býr í hesum landi kann hava so góð sálarheilsukor, sum gjørligt, leyst av vanahugsanum, sum politikkarar okkara mangan hava.
Tøgn politikkaranna viðvíkjandi sálarsjúkum fólki má halda uppat.
Okkara fólkavaldu taka størri ábyrgd av hesum øki.
Sinnisbati leggur upp til nýggjar hugsanir og fremjan á bæði sosiala økinum og sjúkrahúsøkinum.
- Øll eru vælkomin til nevndu fyrilestrar í samband við aðalfundin hjá Sinnisbata leygardagin 8. mai kl. 14 á landsbókasavninum, J. C. Svabosgøta 16 í Havn, sigur Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata.