Eg havi verið í Keypmannahavn. Hevði leingi hugsað, at eg átti at farið til Keypmannahavnar ein svipp. Dóttirin hevur búð í Århus seinnu árini, so hvørja ferð Láarvegur 52 stakk út í kortið at fara av landinum, gekk leiðin so trúliga við AA til Billund, sjálvandi.
Men nú skuldi vend koma í. Tað provinsiella kundi onkur onnur eiga hesaferð. Copenhagen here we come - vinkonan Elin og eg.
Høvuðsendamálið við ferðini var at geva Newton uppiborna mótstøðu! Nú skuldi hann fáa av at vita. Nú skuldi eltast, smyrjast, masserast og lúkast sum ongantið fyrr. Alt, sum javnt og samt hesi seinnu árini í góðari trúgv so stillisliga kreyp niður móti knøunum og longur niður á gólvið, skuldi fáa av grovfíluni og so dyggiliga eisini. Nú er stundin komin at viðganga, at eg ongantíð havi verið til eina "høvur til sporl" viðgerð fyrr, so hetta var alt spildurnýtt fyri mær.
Komnar til Kastrup tóku vit ein taxabil og søgdu, hvar vit skuldu. Tíbetur mintist eg til at siga frá beinanvegin, eg var komin í bilin, at vit rindaðu við korti. Tað sigi eg tær, kæri lesari, ger ikki ta dáragerð ikki at siga hvussu tú rindar, tekur tú taxa í Keypmannahavn. Tú kanst koma í rasshaft og tað við lít.
Mintist knappliga aftur á eina aðru ferð, tá eg og ein starvsfelagi vóru á skeiði í Keypmannahavn. Eitt kvøldið fóru vit út at eta, og sjálvandi høvdu vit stíl og tóku taxa. Komnar uttan fyri útvaldu matstovuna rætti eg honum gjaldskortið, og so brast. Ódnin í 1988 var sum Móðir Teresa aftur ímóti hesum. Muðurin gekk sum ein maskinbyrsa, so eg bleiv lívsforskrekt, sprakk út úr bilinum, rann fyri lívinum inn á matstovuna og lat vinkonuna sita eftir við øllum eiðunum. Bygdasligar? Veit ikki. Tú kanst ikki vita alt.
Dagin eftir var okkara stevnimøti við Newton. Kennir tú, góði lesari, hesa undarligu kensluna, tá okkurt nýtt skal roynast, og tú - kanska eitt sindur yvirlegin - roynir at síggja út, sum um tú hevur klippikort til staðið og hevur gjørt hetta javnt og samt? Soleiðis kendi eg tað, og tað bleiv ikki frægari, tá sera snøgga, væl trimmaða dáman við diskin reksaði upp alt tað, vit skuldu uppliva, og sum vit skuldu minnast til, tá vit vóru komnar inn í føgru nýggju aroma- og baðisaltverðina. Gloymt í somu løtu. Eg mintist einki, og sama var við Elini. Har stóðu vit so fittar við føvninginum fullum av lekrum handkløðum og einari baðikápu, sum var Kleopatru verdug. Hvat var nú til ráða at taka? Hvussu trupult kann tað vera? Jú, vit gjørdu tað, vit høvdu lært heimanífrá og ikki minst í svimjingarhylinum: Vit vaskaðu okkum væl við bæði hør og hampi, so vit næstan líktust sjálvlýsandi jólapyntinum, Skemman selir í desember, tá vit vóru lidnar. Meðan vit skrubbaðu og og skúraðu eftir førimuni, royndi eg at minna meg á øll hesi heitini, dáman við diskin við 100 kilometrum um tíman, hevði reksað upp: Shiatsu, akutrýst, HydroJet, Aloofah o.s.fr., men gakk. Heilin var farin í krunkasvart. Her stóð sum í berginum.
Haldi, at eg var eitt sindur fjálturstungin, men tað var meira, tí mær ikki dámar at verða tikin á bóli enn nakað annað. Eg vil vita, hvat fer at henda. Eri trygdarnarkomanur á hasum økinum, so løgið tað ljóðar. Tori annars nógv ymiskt. Havi gingið einsamøll í Budapest á midnátt, meðan verkfall var og ikki ein sál ella taxabilur í eygsjón, havi verið uppi á Stóru Dímun, (skal ikki reypa av "niðurtúrinum"), havi í mínum ungu døgum "tumlað"frá Rotterdam til Amsterdam í villu trýssunum saman við hollendskari vinkonu (sig einki við mammu, hon veit tað ikki) og onnur roysni, sum ikki eru prentbær.
Nú stóð eg fyri tørni og eg bleiv boðin við inn í ein kliva saman við massørinum. Nú er tað soleiðis, at vanliga tá tú ert undir brúsu heima ella í svimjihyli og ert liðug, so fert tú í okkurt plaggið aftaná. Tað plagi eg at gera. Nú var sperðil í, tí her stóð eg saman við einum massøri og eg var spillikokkur innan fyri Kleopatru! Knappliga kom mær til hugs, tá eg var stór smágenta, og pápi mín, sum dugdi sera væl við Super 8 filmtólinum, m.a. vísti okkum Charles Chaplin filmar. Í hesum filminum, nevndur "The Cure" frá 1917, verður Chaplin so bukaður og bankaður sundur og saman av velduga massørinum, sum hevur yvirarmar sum viðabular úr Amazonas, hendur sum Angus fjórðingar og sum setti knyklar í brýr, sum mintu mest um bungurnar hjá ávísum borgarstjóra. Er hann nevndur, er hann kendur. Hetta er so mikið langt síðani, at tað var ikki blivið "modernað" at hugsa um, at børn ikki skuldu síggja harðskap á filmi, so vit sótu so hugagóð og sóu hesar filmar umafur og umaftur. Á, dett deiliga ítriv. Sá í ondini, hvussu Chaplin rann sum fyri lívinum og royndi at fjala seg undir borðinum, men at enda mátti lúta fyri bølmenninum, sum læt hann fáa av at vita. Ikki tí. Mín mýkjari sá bara heilt fittur út, so har var einki at ræðast.
Nú ert út óivað við at ótolnast, tí eg sveimi nakað nógv. Tað er við vilja av tí at tað, tú nú fert at lesa, er nokk so pínligt, tí nú kom eg rættiliga í rasshaft sum ongantíð fyrr, og eina løtu visti eg ikki míni livandi ráð. Eg royndi at seta saman eina "plausibla" frágreiðing, sum eg kundi siga mýkjaranum, áðrenn vit trinu innum í "flótitrolið", har sveimandi, lokkandi "blaka alla strongd á sjógv" tónleikur hoyrdist. Men alt stóð stilt. Haldi, at tað sortnaði fyri mær nøkur sekund, áðrenn eg líkasum fekk samlað meg til hvussu henda nýggja, fyri fyrstu ferð í lívinum, støðan skuldi taklast. Her var bara eitt at gera: At ganga í meg sjálva og siga, sum var. Eg hugdi uppá hann og spurdi nakað soleiðis: Jeg har ingen underbukser på, kan du vente lidt? Kanska segði eg tað ikki júst soleiðis, men boðskapurin var greiður. Hann lyfti ikki eitt eygnahár - sá út sum um hann hevði hoyrt hetta fyrr (loyvi mær at ivast) og segði, at sjálvandi kundi hann tað. Eg sprakk inn í umklæðingarrúmið, hoppaði í plaggið og sprakk útaftur til tolna mýkjaran sum ein nýggj menniskja. Nú var undirritaða til reiðar. Á. sum tað lætti - haldi, at eg mestsum hevði fingið veingir. Síðani fekk eg boð um at leggja meg á búkin við andlitinum niður í eitt hol og bleiv ballað inn í eitt lak de luxe.
Og so byrjaði seansan av álvara. Gandatónleikur saman við gandahondum - haldi eisini, at eg fekk ein heitan stein lagdan beint á dyntilin - tað skuldi vera so gott, segði fryntligi mýkjarin. Og tað var tað eisini. Kendi meg sum filmsstjørnu í Hollywood. Sendi ein vinarligan tanka til vinkonuna, sum var í einum kliva skamt haðani og fekk somu viðgerð. Herligt.
Aftaná fóru vit í týrkiskt felags dampbað (í svimjidrakt), og tað kendist rættiliga heimligt eina løtu. Sóu ikki fram um nøsina - eg væntaði hvørja løtu at hoyra tokulúrin á molanum, meðan vit meira ella minni í blindum funnu brík at leggja okkum á. Nú er tað soleiðis, at eg eri skjót at síggja tað stuttliga í ymiskum umstøðum, og hetta var á góðari leið. Hómaði Elina, meðan dampurin bylgdi fram og aftur upp og niður, og vit prátaðu um líkt og ólikt gjøgnum greytatjúkka mjørkan. Knappliga hoyri eg eina mannfólkarødd - eg skimaðist og royndi at finna útav, hvaðani røddin kom, men sá bara eitt, sum spraklaði og gjørdi løgnar rørslur á ovastu rók. Tað var stuttligt, skal eg siga tær. Garpurin royndi at gera okkum greitt á russisk/enskum, at hann var í holt við sína Sri Vishnu Gayathri - Poorvango Vighneswara pooja - Poorvanga Satyonaroyann pooja - Pradhana Satyanarayona pooja & Achyutashtakam Mantru, og var í ferð við at finna sítt innara eg og koma í javnvág við universið, og at her skuldi friður og griður valda. Ups. Eg slepti mær út um mjørkatámið og yvir í vanliga dampbaðið ein løtu. Har sat eg einsamøll og flenti í kíki. Orki ikki, tá fólk eru so sjálvhátíðarlig.
Eftir hesa sera fjølbroyttu og læruríku seansu vóru vit sum nýggjar - alt var komið/heysað upp á pláss aftur (í hvussu er eina løtu) og fyri at runda av fóru vit at svimja. Svimjihylurin hevur ellipsu skap, so tað var lag á manni at svimja uttan at venda ella steðga. Genialt vil eg Kall(a) tað.
Í hylinum sá eg nakað løgið. Fólk sótu og fluttu seg sitandi fram eftir í vatninum. Tey pískaðu fram um meg, sum um tann versti var beint í hølunum á teimum. Tað sá so spennandi út, at tað mátti eg royna, men hondina á hjartað, eg má eg viðganga, at tað gekk ikki eftir ætlan. Eg skilji ikki, hvussu tey bóru seg at. Eg koppaði beinanvegin sum vera man, og tað, sum vendi niður, vendi upp. Ná. Eg má spyrja onkran í heimliga svimjiumhvørvinum, um tey vita um hetta nýggja fyribrigdið.
Gosbað var eisini, men har var so stúgvandi fult av vøddabólgnandi, myrkabrúnum sveinum í alskyns støddum, at tað var breið semja at leypa gosið um á hesum sinni.
Nú stendur so eftir, um viðgerðin hevur hjálpt soleiðis, at tað, ið varð heysað og mýkt rætta vegin í tímavís, ikki aftur fer at tíggja sær sambært Newtonsa tyngdarlóg. Eingin ivi er um, at atdráttarmegin er øgilig og dregur sum ongantíð áður, men sektin liggur á, tí mest umráðandi er at hava tað skemtiligt, og tað høvdu vit!
Soleiðis gekk við okkum báðum, Elini og mær á vøddamýkingardepli í Keypmannahavn, og nú sigi eg sum ársins skemtari í Føroyum anno 2005: Droym tað ikki - royn tað.
Tað gjørdu vit báðar!
E.S. Vit blivu eisini fraktaðar gjøgnum Keypmannahavn í einum súkklutaxa, men tað er ein heilt onnur søga.